Fótbóltur

Heidi Sevdal skiftir til KÍ

Nýggjur spælari til venjing í Klaksvík í kvøld. 36-ára gamla Heidi Sevdal skal styrkja liðið hjá føroyameistarunum - hon skiftir frá argasta kappingarneytanum seinastu árini.

Heidi Sevdal í dysti í Klaksvík - nú verður vøllurin við Djúpumýru heimavøllur hjá einari av teimum fremstu í føroyskum kvinnufótbólti yvirhøvur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Heidi Sevdal í dysti í Klaksvík - nú verður vøllurin við Djúpumýru heimavøllur hjá einari av teimum fremstu í føroyskum kvinnufótbólti yvirhøvur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-13 19:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kvinnuliðið hjá KÍ fær munagóðan styrk til næsta kappingarár. Hetta hevur Portalurin fingið upplýst.

Talan er um Heidi Sevdal, sum hevur verið ein av størstu nøvnum í føroyskum fótbólti í nógv ár.

Sum skilst venur hon fyri fyrstu ferð við nýggju liðfeløgunum í kvøld, og verður skiftið kunngjørt skjótt.

Nýggi KÍ-spælarin hevur eitt ógvuliga sterkt fótbóltsrensl_

Hon hevur spælt 333 dystir í bestu deildini og skorað ikki færri enn 420 mál. Seinastu 13 árini er hon vald til árins áleypara 11 ferðri og seinastu 14 árini hevur hon verið toppskorari 11 ferðir í bestu kvinnudeildini.

36-ára gamla Heidi Sevdal varð aftur toppskjútti í fremstu deildini í fjør og var stórur partur av greipuvinnandi liðnum hjá NSÍ í 2024.

Júst NSÍ var aftur argasti kappingarneyti hjá KÍ í landskappingini í 2025, men nú skal Heidi skjóta mál og annars gera mun fyri KÍ - eisini í Champions League.

Meira seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder