Fótbóltur

Hellas Verona flytur niður úr Serie A

Í fjórðseinasta umfari vann Lecce, sum liggur á 17. plássi. Harvð kann Hellas Verona, ið er 13 stig aftanfyri ikki longur røkka bjargingini. Andras Edmundsson sleppur tó at royna seg móti Juventus í morgin.

Andrias Edmundsson hevur víst seg væl fram í Serie A seinastu mánaðirnar. Landsliðsspælarin hevur sáttmála við Hellas Verona trý ár fram (Mynd: Piero Cruciatti/AFP/Ritzau Scanpix)

Andrias Edmundsson hevur víst seg væl fram í Serie A seinastu mánaðirnar. Landsliðsspælarin hevur sáttmála við Hellas Verona trý ár fram (Mynd: Piero Cruciatti/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-05-02 11:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá Andrias Edmundsson undirskrivaði sáttmálan við Hellas Verona fyrst í februar, var felagið í tungum sjógvi. 

Venjarin var júst uppsagdur, og Hellas Verona var niðast í Serie A.  Tá vóru fýra stig upp til bjargingina - eftir at fjórðseinasta umfar byrjaði í gjár, gjørdust skjótt 13 stig upp til 17. plássi, sum er minsta mark fyri at yvirliva.

Hetta var eftir at Lecce (nummar 17) vann sín dyst á Pisa. Júst Pisa, sum var fyrsta liðið Andrias Edmundsson spældi ímóti í Italia, flytur niður. Og eftir úrslitið í gjár er greitt, at Hellas Verona ikki kann halda sær í fremstu italsku deildini.

Til ber í besta fall at røkka 18. plássinum. 19 stig eftir 34 umfør er ikki góð úrtøka, og Verona skal spæla í Serie B næsta ár.

Støðan í Serie A sæst her

Andrias Edmundsson hevur víst seg væl fram í Serie A. Landsliðsspælarin hevur sáttmála við Hellas Verona trý ár fram.

25-ára gamli toftamaðurin hevur framvegis nakrar Serie A dystir eftir á hesum sinni: Í morgin er Juventus á skránni á útivølli í Torino.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder