Fótbóltur

Her er føroyska liðið á Tórsvølli

Fridrikka Clementsen og Sólja Ernsdtóttir avloysa Saru Samson Shaki og Heidi Sevdal í mun til dystin týsdagin. Fyrsta bríksl klokkan 17 - lurtið á FM1 og fylgið við á Portalinum.

Fridrikka Maria Clementsen úr HB hevur nógvar dygdir við bóltinum (Mynd: FSF)

Fridrikka Maria Clementsen úr HB hevur nógvar dygdir við bóltinum (Mynd: FSF)

2026-04-18 16:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 17 byrjar HM-undankappingardysturin á Tórsvølli, har Georgia vitjar.

Føroyska byrjanaruppstillingin varð kunngjørd fyri løtu síðani, og tveir broytingar eru, í mun til dystin móti Grikkalandi týsdagin (2-3)

Ungu Fridrikka Clementsen og Sólja Ernsdtóttir avloysa Saru Samson Shaki og Heidi Sevdal - hetta sum ávikavist høgri vongur og áleypari í 3-4-3/5-4-1 leikskipan

Liðið og hópurin hjá Føroyum:

[object Object]Mynd: FSF

Sí eisini: Sara: - Bleiv ordiliga kedd tá Heidi hótti við at gevast (video)

[object Object]
Sólja Ernsdóttir sæst mitt í myndini og Fridrikka Clementsen til høgru

Føroysku kvinnurnar koma eftir øllum at døma at vera meira við í spælinum enn seinasta dyst: Føroyar eru hægri styrkismettar enn Georgia og standa sum favorittar.

Fyrsta bríksl verður klokkan 17. FM1 sigur frá - Pætur Nolsøe og Allan Dybczak sita til reiðar við mikrofonunum.

Til ber eisini at fylgja við gongdini ovast á Portalinum, og hava vit ymiskt tilfar í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder