Fótbóltur

Her er nýggja HB nevndin

Á eykaaðalfundi eru átta nýggj fólk komin í starvsnevndina, og Helga Ellingsgaard verður mest sannlíkt nýggj forkvinna í Havnar Bóltfelag.

Nýggja nevndin eftir at hon varð vald fyrr í kvøld. Nú er arbeiðið at skipað nevndina í gongd - og nærum komið á mál (Mynd: HB/ Rói Sørensen)

Nýggja nevndin eftir at hon varð vald fyrr í kvøld. Nú er arbeiðið at skipað nevndina í gongd - og nærum komið á mál (Mynd: HB/ Rói Sørensen)

2026-07-14 21:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eykaaðalfundur hevur verið í HB-húsinum í kvøld í sambandi við, at tey fýra, sum vóru eftir í starvsnevndini høvdu lagt frá sær.

HB skuldi harvið hava eina nýggja starvsnevnd, og nú er greitt, at átta fólk vera í henni: Fýra menn og fýra kvinnur. 

Nýggja HB-nevndin:
Helga Ellingsgaard
Elin Christiansen
Hans á Lag
Vagnur M Mortensen
Høgni Berg
Liljan Av Fløtum 
Eydna Skaale
Gestur Hovgaard

Sessirnir eru ikki endaliga ásettir enn, men sum skilst - og sum bolt.fo skrivaði í dag - verður Helga Ellingsgaard forkvinna.

Hon er fyrrverandi stórspælari í felagnum og hevur eisini roynt seg uttanlands.

Vagnur Mohr Mortensen verður eftir øllum at døma næstformaður.

Eingin av teimum omanfyrinevndu átta, sum týskvøldið 14. juli eru vald, hava verið í starvsnevnd felagsins áður. Tó hava øll á ymsan hátt havt nógv við HB at gera.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder