Eftir eitt flott føroyskt ár - og serliga ein frálíkan oktober - ber tað framvegis til hjá føroyska manslandsliðnum at røkka plássi í HM play-off.
Í morgin fara føroyingar eftir møguleikanum at krýna 2025 við einum sterkum avriki og einum úrsliti í Kroatia.
Oddaliðið í bólkinum hevur bert latið eitt mál inn og ætlar at tryggja bólkasigurin og HM-plássið í morgin. Føroyar spældu tó ein góðan dyst móti Luka Modric og teimum á Tórsvølli í september (0-1).
![]()
Hanus Sørensen, sum skoraði trý mál í tveimum dystum í oktober, var ógvuliga nær við at leggja Føroyar á odda móti Kroatia (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta skal til
Nógv skal framvegis koma uppá pláss, um tað skal eydnast hjá Eyðuni Klakstein og hansara monnum - samanlagt nærum eitt undur.
Føroyskur sigur í Kroatia fríggjakvøldið og stig til Gibraltar í Kekkia mánadagin tryggjar Føroyum pláss í HM play-off dystunum.
Um Føroyar megna at spæla javnleik í morgin - fáa eitt stig - so skal Gibraltar skapa eina risa sensatión og vinna í Kekkia í síðsta umfari.
Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Støðan í bólkinum undan tveimum teimum seinastu umførunum:
1. Kroatia 16 stig (6 dystir)
----------------------------
2. Kekkia 13 stig (7 dystir) - +4 í málúrtøku
----------------------------------
3 Føroyar 12 stig (7 dystir) +4 í málúrtøku
4. Montenegro 6 stig (6 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (6 dystir)
Øll liðini spæla 8 dystir
Eitt'arin kemur beinleiðis til HM-endaspælið 2026 - tvey'arin skal spæla røkkstøkk dystir (play-off)
Í morgin, fríggjadagin 14. november
19.45: Gibraltar - Montenegro
19.45: Kroatia - Føroyar (FM1)
Mánadagin 17. november - seinasta umfar
Kekkia - Gibraltar
Montenegro - Kroatia
Sí eisini: Kroatar kunnu tryggja HM-pláss við stigi móti Føroyum
Dagført 16.20
Meira úr Kroatia seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald