Fótbóltur

Her eru A-landsliðshóparnir

Føroysku kvinnurnar spæla seinasta HM-undankappingardystin 5. juni í Georgia, og menninir spæla Baltic Cup 6. og 9. juni. Sí eisini nakrar myndir úr Trinstovuni á Tórsvølli, har nógv fólk vóru møtt.

Eyðun Klakstein og Pætur Smith Clementsen, landslisðvenjarar hjá ávikavist monnum og kvinnum (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðun Klakstein og Pætur Smith Clementsen, landslisðvenjarar hjá ávikavist monnum og kvinnum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-21 13:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin skipaði Fótbóltssamband Føroya fyri tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli, í sambandi við at bæði A-landsliðini hava uppgávur tíðliga í juni.

Føroysku kvinnurnar spæla seinasta HM-undankappingardystin 5. juni í Georgia, og menninir spæla Baltiv Cup 6. og 9. juni.

Talan er um venjingarkapping, har Føroyar spæla Estlandi 6. juni og Litava/Lettlandi tríggjar dagar seinni.

Eyðun Klakstein kunngjørdi hendan hópin:

Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømgodset IF (Noreg)
Silas Eyðsteinsson, B36 Tórshavn

Verjuspælarar:
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Samuel Johansen Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík

Miðvallarar:
Jákup Biskopstø Andreassen, KÍ Klaksvík
Géza David Turi, Grimsby Town FC (England)
Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (Kasakstan)
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
Áki Samuelsen, Mjällby AIF (Svøríki) *

Áleyparar: 
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Adrian Rúnason Justinussen, AC Horsens (Danmark)
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík

* Fyrstu ferð á A-landsliðnum

Les meira: Áki Samuelsen á A-landsliðnum á fyrsta sinni

Tá Georgia vitjaði á Tórsvølli í apríl, vunnu Føroyar 1-0. Skjótt spæla liðini um 2. plássið í trý-landa bólkinum.

Pætur Smith Clementsen hevur í dag kunngjørt hendan hópin til uppgávuna:

Málverjar
Gunnvá Lützen, HB Tórshavn
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ Klaksvík

Verjuspælarar
Julia Naomi Mortensen, HB Tórshavn
Rúna Jacobsen, HB Tórshavn
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Durita Hummeland, KÍ Klaksvík
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík
Helga Mikkelsen, NSÍ Runavík
Mona Rasmusdóttir, Víkingur

Miðvallarspælarar
Sara Samson Shaki, HB Tórshavn
Súsanna Laksáfoss Godtfred, HB Tórshavn
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Anna Caroline Brændstrup, Gil Vicente (Portugal)
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)

Álopsspælarar
Brá Zakariasardóttir, HB Tórshavn
Sólja Ernstdóttir, KÍ Klaksvík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík

(Teresa Jacobsen er ikki við vegna leikbann)

Her síggjast nakrar myndir, sum Sverri Egholm tók til tíðindafundin:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder