Fótbóltur

Hesir spæla í Klaksvík í kvøld

Í mun til dystin í Finnlandi, byrjar Deni Pavlovic inni í miðverjuni fyri Gilla Rólantsson Sørensen. Til ber at hoyra frásøgn og fylgja við á Portalinum - byrjað verður 19.45.

Deni Pavlovic í Champions League-dysti í Klaksvík fyri tveimum árum síðani. Royndi serbin fær stóran leiklut í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Deni Pavlovic í Champions League-dysti í Klaksvík fyri tveimum árum síðani. Royndi serbin fær stóran leiklut í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-07-17 18:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

UEFA Conference League - 1. umfar
Seinnu dystirnir, hósdagin 17. juli

19.45: KÍ - SJK (2-1)

Stroyming her fyri eitt gjald

Til ber at fylgja við beinleiðis ovast á Portalinum. Vit verða eisini til staðar í Klaksvík og hava ymiskt tilfar. FM1 sendir eisini beinleiðis frá dystinum.

Liðið hjá KÍ:

KÍ 5-4-1(3-4-3): Mark F. Jensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Gaston Nicholas Tellechea, René Shaki Joensen - Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen - Páll Andrasson Klettskarð

Í mun til dystin í Finnlandi, byrjar Deni Pavlovic inni í miðverjuni fyri Gilla Rólantsson Sørensen.

Gilli, Daniel Johansen, Mads Boe Mikkelsen, Claes Kronberg og Jonn Johannesen eru millum teir, sum byrja á bonkinum hjá KÍ.

Eins og KÍ, spælir SJK Seinajoki við trimum miðverjum. Ein av teimum er havnarmaðurin Samuel Johansen Chukwudi.

Sí eisini: Samuel: Finnar eru ovfarnir av hvussu væl føroyingar standa seg

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder