
HB hevur nú seinastu venjingina undan stóra evropeiska dystinum móti Brøndby á Tórsvølli. Har skal høvuðsstaðarfelagið leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til dystin hóskvøldið, sum byrjar klokkan 19.45
- Hetta er tað, sum man spælir fótbólt fyri.
Tað staðfesti HB-liðformaðurin á stutta tíðindafundinum í trinstovuni á Tórsvølli. Viljormur Davidsen var í donskum fótbólti í samanlagt yvir 15 ár - størsta partin av tíðini í Vejle og í Superliguni.
34-ára gamli verjuspælarin kennir millum annað venjara og nakrar spælarar hjá Brøndby.
- Vit fara i morgin at møta einum ótruliga sterkum liði. Brøndby hevur høga góðsku og spælir við høgari leikferð. Vit halda tó, at vit fáa stýrt hesum, staðfestir Viljormur, sum vísir á, at HB hevur høgt sjálvsálit.
- Vit hava ikki tapt hesar átta dystirnar undir André (Olsen, red). Tað gevur nakað, og tað skulu vit nýta.
Áskoðarnir kunnu gera mun - skulu halda uppgerðini á lívi
Nakað annað, ið kann geva nakað, eru áskoðarnir. Eina langsíðan á Tórsvølli er útseld, so roknast kann við upp ímóti ella yvir 3.000 áskoðarum í morgin.
- Góðar aktiónir geva positivar reaktiónir á áskoðaraplássinum. Tað hevur man til dømis uppliva á Tórsvølli í sambandi við landsdystir. Um føroysku áskoðararnir verða tendraðir, so kunnu teir sanniliga gera mun, staðfestir Viljormur Davidsen.
Liðformaðurin og liðfelagarnir gleða seg at spæla undir umstøðunum. Venjarin André Olsen staðfesti á tíðindafundinum, at teir eru ógvuliga væl fyrireikaðir uppá Brøndby.
Men hvat kunnu teir í HB vera nøgdir við frá fyrra Conference League-dystinum móti Superliga-felagnum.
- Eitt gott úrslit er at halda tó á lívi, so vit kunnu fara til Danmark við nøkrum. Vit skulu helst fáa stig, staðfestir venjarin.
- Vit skulu trúgva uppá hetta, staðfestir Viljormur Davidsen at enda.
Conference League 2. umfar - fyrru dystirnir
Hóskvøldið 24. juli
19.45: HB - Brøndby
Til ber at keypa atgongumerki her
Sí eisini: Brynja seg til Brøndby - HB: Vápnaðar venjingar og donsk løgreglufólk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald