Nú tvey umfør eru spæld í bólki A og B í HM-endaspælinum er tað við 100 prosent vissu greitt, at ein vertstjóð er víðari, meðan ein onnur so at siga er tað.
Meksiko vann tepurt móti Suðurkorea í Zapopan. Miðvallarin Luis Romo skoraði einasta málið í dystinum fimm minuttir eftir steðgin. Harvið fult stigatal og víðari sum eitt'ari.
Í hinum dystinum í bólkinum oyðiløgdu Kekkia og Suðurafrika tingini fyri hvønn annan, og nú verður torført at spæla seg víðari í síðsta umfari.
Stórur fagnaður á teimum hjá heimaliðnum (Mynd: Ulises Ruiz/AFP/Ritzau Scanpix)
Longuri norðuri var ikki eins stórur spenningur. Kanada spældi frálíka væl og knústi Katar; tað kundi verið meira enn 6-0.
Jonathan David var stóri maðurin við hattrikki og er nú javnsetttur HM-toppskjútti við Lionel Messi.
![]()
David, nummar 10, fegnast um eitt av sínum málum saman við Tajon Buchanan, sum eisini skein í Vancouver (Mynd: Agustin Marcarian/Reuters/Ritzau Scanpix)
Mynd: Fran Santiago/AFP/Ritzau Scanpix
Ein stórur smeitur í søguliga sigrinum hjá Kanada var, at Ismael Kone breyt beinið. Katar fekk tvey reyð kort í dystinum.
Í hinum dystinum í bólkinum gjørdu innskiftararnir hjá Sveis burturúr og vunnu 4-1. Í kvøld spælir triðja vertslandið USA, sum við sigri eisini kann koma víðari.
-----------------------------------------------
Bólkur A:
1. Meksiko 6 stig
2. Suðurkorea 3 stig
-------------------------
3. Kekkia 1 stig
4. Suðurafrika 1 stig
Í gjár, hósdagin 18. juni:
Kekkia - Suðurafrika 1-1 (1-0)
Fríggjanáttina 19. juni
Meksiko - Suðurkorea 1-0 (0-0)
Bólkur B:
1. Kanada 4 stig
2. Sveis 4 stig
-------------------------
3. Bosnia - Hersegovina 1 stig
4. Katar 1 stig
Í gjár, hósdagin 18. juni:
Sveis - Bosnia&Hersegovina 4-1 (0-0)
Kanada - Katar 6-0 (3-0)
---------------------------------------------------
Bólkur C:
1. Skotland 3 stig
2. Brasilia 1 stig
------------------------
3. Morokko 1 stig *
4. Haiti 0 stig
Í dag, fríggjadagin 19. juni:
23.00: Skotland - Marokko
Leygarnáttina, leygardagin 20. juni: 01.30:
Brasilia - Haiti
Bólkur D:
1. USA 3 stig
2. Avstralia 3 stig
-----------------------
3. Turkaland 0 stig *
4. Paraguay 0 stig
Í dag, fríggjadagin 19. juni:
20.00: USA - Avstralia
Leygarnáttina, leygardagin 20. juni:
04.00: Turkaland - Paraguay
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald