Fótbóltur

HM: Tunesia skal hava nýggjan venjaran

Eftir 5-1 tapið móti Svøríki, slapp Sabri Lamouchi ikki at halda fram sum venjari. Royndur fraklendingur tekur helst yvir.

Sabri Lamouchi fekk einans fimm dystir sum tunesiskur landsliðsvenjarin (Mynd: Julio Cesar Aguilar/AFP/Ritzau Scanpix)

Sabri Lamouchi fekk einans fimm dystir sum tunesiskur landsliðsvenjarin (Mynd: Julio Cesar Aguilar/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-16 09:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað gingu søgur í gjár um, at Tunesia hevði ætlanir um at senda venjaran heim, eftir at liðið tapti fyrsta dyst sín í HM kappingini 5-1 móti Svøríki.

Nú er tað alment. Tunesiska fótbóltssambandið hevur váttað tíðindini á Instagram.

- Tunesiska fótbóltssambandið skal boða frá, at høvuðsvenjarin, Sabri Lamouchi, eftir sínámillum avtalu gevst í starvinum, og ynskir honum alla møguliga eydnu í framtíðar yrkisleiðini, stendur í fráboðanini.

Sabri Lamouchi varð settur venjari í januar og náddi sostatt at standa á odda fyri Tunesia í fimm dystir.

Reuters veit at siga, at franski Hervé Renard, sum var venjari hjá Saudiarabia til HM 2022, verður nýggjur tunesiskur landsliðsvenjari.

Sambært miðlinum ESPN, er fraklendingurin á veg til Meksiko, og verður har seinnapartin, so at hann kann standa fyri venjingini í Monterrey i kvøld. Tunesia hevur Japan og Niðurlond eftir at spæla ímóti í bólkaspælinum.

Hetta verður sostatt triðja HM-kappingin á rað, at Renard er venjari – fyri Marokko í 2018 og Saudiarabia í 2022. Hann fekk sekkin sum saudiarabiskur venjari 17. apríl í ár. Hann hevur eisini vunnið afrikanska meistaraheitið tvær ferðir sum venjari – fyri Sambia í 2012 og Fílabeinsstrondina í 2015. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder