Fótbóltur

HM: Vandi fyri seinking vegna veður

Illveður hóttir í Philadelphia – tað kann órógva HM-dystin í kvøld millum Frakland og Irak.

Stjørnan á franska liðnum, Kylian Mbappe, í samrøðu við venjaran, Didier Deschamps undir venjingini í Philadelphia í gjár (Mynd: Vincent Carchietta/Reuters/Ritzau Scanpix)

Stjørnan á franska liðnum, Kylian Mbappe, í samrøðu við venjaran, Didier Deschamps undir venjingini í Philadelphia í gjár (Mynd: Vincent Carchietta/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-06-22 16:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vandi er fyri, at í hvussu so er ein av HM-dystunum, sum verða spældir í kvøld, okkara tíð, kann verða útsettur orsaka av vánaligum veðri.

Talan er um dystin millum Frakland og Irak, sum verður spældur á Lincoln Financial Field í Philadelphia.

Miðlarnir í Philadelphia skriva, at býurin er hóttur av ‘dómadagsveðurforsøgn’, sum boðar frá torustormum í økinum.

Tí kann tað henda, at dysturin verður útsettur í 30 minuttir, um toruslátturin er til staðar innan fyri ein ávísan radios frá leikvøllinum.

Dysturin er settur at byrja klokkan 17 lokala tíð – tað er klokkan 22 okkara tíð. Ringasta toruhóttanin verður mett at fyrikoma í økjunum millum klokkan 14 og 19 lokala tíð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder