Sum vit skrivaðu um í síðstu viku, hevur EB/Streymur havt tríggjar útlendingar til royndarvenjing
Nú hevur ein teirra gjørt tvey-ára sáttmála við felagið. Talan er um 21-ára gamla verjuspælaran Laurits Nørby.
- Laurits Nørby er 198 cm høgur. Hann er ein skjótur og sterkur verjuleikari, sum er tryggur í nærdystum. Laurits hevur áður umboðað Hobro í donsku 1. deild og Fjølnir í íslendskum fótbólti.
Soleiðis skrivar EB/Streymur á heimasíðu sínari um høga spælaran í kvøld.
Har fegnast ítróttarstjórin og hjálpar í EB/Streymi, Niels Pauli Danielsen, fegin um nýggja sáttmálan og spælaran:
– Vit eru sera fegin um at hava fingið Laurits í hópin. Laurits er ein skjótur og sterkur verjuleikari, við nógvum kvalitetum sum passa væl til EB/Streym. Vit síggja stórt potentiali í Lauritsi og eru sera glað fyri at hann spælir við EB/Streymi næstu 2 árini. Vit eru spent at fylgja hansara menning komandi tíðina, sigur ítróttarstjórin.
Sjálvur sigur Laurits Nørby, at hann er errin og til reiðar at arbeiða hart fyri liðið og menna seg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald