Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum hevur úttikið 20 spælarar til UEFA-menningarkappingina, sum verður í Føroyum frá 27. februar til 4. mars.
Vitjandi londini verða Estland, Bosnia Hersigovina og Ísland.
Dystirnir verða á Tórsvølli. Fyrsta umfar verður spælt fríggjadagin 27. februar, annað umfar verður sunnudagin 1. mars, og triðja umfar í menningarkappingini er á skránni mikudagin 4. mars.
27. februar spæla Føroyar móti Estlandi, 1. mars spæla Føroyar móti Bosnia Hersigovina, og 4. mars hittast Føroyar og Ísland, skrivar Fótbóltssamband Føroya.
Hópurin, sum eru úttikin til kappingina, er:
Sámal Nolsøe, 07 Vestur
Tobias Mcleod í Hjøllum, B36
Carl Christian Codron, B36
Filip Bendix Laursen, B36
Sveinur Høgnason Vesturdal, B36
Marius Jónsson, EB/Streymur
Villiam Sørensen, EB/Streymur
Bogi Augustinussen, FC Suðuroy
Olivur Joensen, FC Suðuroy
Leon Samuelsen, HB
Andrew Poulsen, KÍ
Markus í Mittúni, KÍ
Emil Poulsen Linklett, KÍ
Elias Justinus Begerau, Skála ÍF
Boas á Reynatrøð, Víkingur
Rósing Sverrason Toyt, Víkingur
Fróði Juul Jarnskor, Víkingur
Pætur Sigurdsson Højgaard, Víkingur
Emil Ludvig Jacobsen, Víkingur
William Hansen, Hvidovre IF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald