
- Umstøðurnar minna kanska eitt sindur um tær í Serbia við grasi og nógvum hita. Hetta eru vit til reiðar til, og arbeiðis skal bara gerast liðugt. Hetta við tí sum vit eru best til: At standa væl skipaðir, arbeiða hart og hava skil á øllum tí taktiskta.
Hetta segði Daniel Johansen við Portalin, meðan hann var á veg eftir viðførinum í Kastrup seint í gjárkvøldið.
Sí eisini: KÍ'arin í Kastrup: - Havi ongantíð ferðast so nógv sum nú
Um middagsleitið í dag gekk leiðin hjá KÍ-ferðalagnum víðari úr Keypmannahavn. Tó ikki til Hvítarussland (Belarus) , har Neman Grodno er frá.
UEFA noktar liðum úr Hvítarusslandi at spæla í heimlandinum. Hetta er vegna støðuna hjá landinum í krígnum millum Russland og Ukraina; stuðulin til krígsførslu Russlands.
Verður heitt - heldur vanir við hetta
KÍ'ararnir spældu í beint yvir 25 hitastigum og bakandi sól í Finnlandi í 1. umfari og í umleið 35 hitastigum og ógvuliga slavnari luft í Serbia í 2. umfari.
Hetta megnaði liðið sum heild ógvuliga væl, hóast tað gjørdist tungt í seinnu hálvleikunum.
Nú eru tað í seinna dystinum, at KÍ skal spæla á útivølli. Sum nevnt er tað tó á uttaveltaðum vølli; hetta í Ungarn og hetta er á pappírinum ein fyrimunur.
Á pappírinum sleppa eingir áskoðarar til dystin, so teir føroyingarnir, ið fara við KÍ-ferðalagnum fara helst at hoyrast.
Her sæst Deni Pavlovic á grasinum í Moldova síðst í august 2023. Tá spældi KÍ play-off dyst í rímiliga nógvum hita. Nú miðja teir í bláum eftir enn einum play-off dysti (Mynd: Sverri Egholm)
Seinni dysturin verður á grasvølli í ungarska býnum Szeged. Talan er sum skilst um ein góðan grasvøll. Í mun til umstøður, er tað mest hitin, sum kann gerast ein avbjóðing fyri KÍ.
Sólin verður farin niður klokkan 20 ungarska tíð hóskvøldið, tá fyrsta bríksl verður. Tó verður sagt frá beint yvir 30 hitastigum við dystarbyrjan. So er spurningurin, hvussu slavið tað verður.
Teir í KÍ-leguni hava spælt rímiliga nógvar dystir í nógvum hita seinastu árini. Teir eru byrjaðir at fyrireika seg uppá umleið 30 hitastig, og skulu sterku spælararnir annars hugsavna seg um at avrika: So fer tað við høgum sannlíki at bera á mál eisini í 3. umfari.
Sí eisini: Bæði KÍ og Víkingur hava eina leiðslu við í viðførinum
Conference League 3. umfar, seinni dysturin
Hósdagin 14. august
19.00: Neman Grodno (BLR) - KÍ 0-2 (Spældur í Ungarn)
Dysturin kann síggjast í KÍ-Varpinum fyri eitt gjald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald