
Niðurteljingin er næstan av. Tað størsta tiltakið, sum FSF nakrantíð hevur skipað fyri, fer av bakkastokki seinnapartin.
Sí eisini: EM-endaspælið í Føroyum verður størsta uppgávan nakrantíð
Fótbóltssamband Føroya skrivar, at tað hevur merkt felagskapin í í nøkur ár, at EM endaspælið fyri U17 landslið við gentum í ár skal verða í Føroyum. Upprunaliga skuldi tað verða í 2021, men koronufarsóttin órógvaði.
Føroysku genturnar skulu veruliga royna seg. Sjey onnur evropeisk lond hava spælt seg til endaspælið í Føroyum, og tey eru øll krútsterk. Føroyar hava fingið plássið sum vertir.
Sí eisini: Eyðvør Jacobsen: U17-endaspæl stóran týdning at fáa góðan stuðul
Heimavallarfyrimunurin er har, men føroyska liðið, har fleri spælarar eru í yngra U17-árganginum, skal veruliga kýta seg fyri at fylgja nøkunlunda við. Noreg er fyrsta risa uppgávan.
Hon verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 18. Kringvarpið stroymir sum skilst dystin. Ein "setan" er eisini, í sambandi við hendan serstaka dystin.
Til ber eisini at hyggja á uefa.tv
Fyrsti dysturin í sjálvum endaspælinum verður við Djúpumýru í Klaksvík. Tað er hitt leikstaðið, og talan er um hini bæði liðini í okkara bólki: Eysturríki og Niðurlond.
Í sambandi við dystirnir í Klaksvík skipar Klaksvíkar kommuna fyri upphitingartiltaki millum klokkan 13 og 14.30. Til upphitingina, tætt við vøllin, spælir Rani Nolsøe nøkur løg, ungdómsleikarar hjá KÍ luttaka, hoppiborg, spæl og okkurt lætt ábit verður at fáa.
U17-EM hjá gentum
Sunnudagin 4. mai
Kl. 15:00 Eysturríki – Niðurlond (á Djúpumýru)
Kl. 18:00 Føroyar – Noreg (Tórsvøllur)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald