Hondbóltur

Í morgin fer endaspælið av bakkastokki

Og tað er Klaksvíkin, ið verður miðdepil, tí Stjørnan og Team Klaksvík taka í annaðkvøld móti stórfavorittunum úr Hoyvík í fyrru hálvfinalunum. Hóskvøldið verður grannauppgerð í høvuðstaðnum og eisini eitt slag av grannauppgerð í Kollafirði. Sí skránna fyri hálvfinalurnar her.

Jana Mittún og hinar hoyvíkskvinnurnar vitja í KÍ-høllini í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún og hinar hoyvíkskvinnurnar vitja í KÍ-høllini í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-22 20:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er talan um endaspurturtin av kappingarárinum 2021/2022. Í morgin verða fyrstu hálvfinalurnar leiktar, og tað er í hallunum í Klaksvík, har kvinnurnar hjá H71 vitja ávíkavist Stjørnuna og Team Klaksvík, at farið verður í gongd.

Burn kappingin endaspælið 2022

Mikudagin 23. mars
Hálvfinala 1 kl. 18.30 Team Klaksvík – H71

Hósdagin 24. mars
Hálvfinala 1 kl. 20.00 KÍF – VÍF

Sunnudagin 27. mars
Hálvfinala 2 kl. 16.00 H71 – Team Klaksvík
Hálvfinala 2 kl. 20.00 VÍF – KÍF

Um liðini vinna hvør sína hálvfinalu verður ein triðja hálvfinala leikt - mikukvøldið 30.mars Í Hoyvík og/ella hóskvøldið 31. mars í Kollafirði


SMS kappingin endaspælið 2022

Mikudagin 23. mars
Hálvfinala 1 kl. 20.00 Stjørnan – H71

Hósdagin 24. mars
Hálvfinala 1 kl. 18.00 Neistin – Kyndil

Sunnudagin 27. mars
Hálvfinala 2 kl. 14.00 H71 – Stjørnan
Hálvfinala 2 kl. 18.00 Kyndil – Neistin

Um liðini vinna hvør sína hálvfinalu verður ein triðja hálvfinala leikt - mikukvøldið 30. mars í Høllini á Hálsi og/ella hóskvøldið 31. mars í Hoyvík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder