Annað

Tætt stríð í fyrstu vetrarkappingini í bogaskjóting

Kappast var í skjótihøllini hjá Tambum á skipasmiðjuni í Havn um vikuskiftið.

(Mynd: bskf.fo)

(Mynd: bskf.fo)

2026-11-12 07:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tilsamans 34 tiltekningar vóru til fyrstu innandurakappingina í bogaskjóting í vetur, sum var skotin í skjótihøllini hjá Tambum á skipasmiðjuni í Havn. Nakrir skjúttar skutu gaman í í tveimum aldursbólkum, so samlaða talið av skjúttum var eitt sindur lægri, men talan var kortini um góða luttøku hjá bæði børnum og vaksnum.

Mest spennandi kappingin hjá teimum vaksnu sunnudagin var tann hjá compoundmonnunum, tí har mátti finalan millum Jóannes Poulsen og Nikkel Petersen, liðfelagar úr Ørvi, gerast av í eini sera spennandi shoot off-duell.

Feðgarnir Jóannes og Jónas Poulsen møttust í fjórðingsfinaluni, sum Jóannes vann 146-125. Hans Petur Højgaard vann sína fjórðingsfinalu á Narva E. Jensen 143-140, Kaj Johannesen vann 145-141 á Jógvani Niclasen, og Nikkel Petersen vann 143-142 á Samuel Petersen.

Jóannes vann síðan 146-142 á Hans Peturi í hálvfinaluni, og Nikkel vann sína meira tepurt 143-142 á Kaj.

Hans Petur tryggjaði sær síðan bronsuheiðursmerkið við at vinna 140-137 á Kaj.

[object Object]Frá vinstru Nikkel Petersen, Jóannes Poulsen og Hans Petur Højgaard (Mynd: bskf.fo)

Eftir var so bara finalusamanbresturin millum Jóannes og Nikkel, sum bleiv ein sannur gysari. Tá teir høvdu skotið sínar regluligu 15 pílar í part, stóð á jøvnum 145-145, og so mátti fyrsta innandurafinalan hjá compoundmonnunum í vetur gerast av við shoot off.

Og eisini tann duellin bleiv so tepur, sum til bar, tí teir raktu báðir 9’aran. Jóannes var tó næstur miðjuni og tryggjaði sær tískil gullheiðursmerkið, meðan Nikkel mátti lata sær lynda við silvur.

Anja Eydnudóttir úr Vágsskoti vann compoundkappingina fyri kvinnur. Tóra Dinna Reynskor úr Vágaskoti vann recurvekappingina fyri kvinnur og Pauli Mortensen recurve menn.

Fleiri myndir og nógv meira at lesa – herundir úrslitini í teimum yngru aldursbólkunum – er at finna á heimasíðuni hjá Bogaskjótisambandinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder