
Tað var stórur fótbóltsfagnaður í Fuglafirði í gjárkvøldið. U21-menninir hjá ÍF vunnu 7-1 á NSÍ, og aftaná kundu sjampagnupropparnir latast upp, og steypið lyftast.
ÍF hevði staðfest FM-heitið í síðstu viku við sigri á Argjum. Júst AB, sum eisini var í steypafinaluni hjá U21, var tættasti kappingarneytin hjá fuglfirðingum.
ÍF og AB byrjaðu annars í B-bólkinum og spældu har í fyrru hálvu. Í A-bólkinum hevur ÍF verið sannførandi og vunnið 26 av 30 møguligum stigum.
Fleiri á liðnum spæla fast við 1. deild eisini, og nógvir hava eisini vant við hjá Kristoffer Kvistgaard - sum eisini hevur havt høvuðsábyrgd av U21-liðnum í ár. Talan er um nógvar spælarar, ið hava spælt leingi saman.
Fegnir ÍF'arar (Mynd: ÍF)
Hópurin sæst her
Í mun til mál, hevur Rúnar Johnsson skarað framúr við heili 38 málum í U21-deildini í ár. Áleyparin er eisini toppskjútti hjá besta liðnum hjá ÍF í ár við 14 málum í 1. deild.
ÍF, sum skjótt hevur 80 ár á baki, hevur ikki vunnið heilt nógv meistaraheiti. Sambært okkara upplýsingum er tað fyrsta FM á manssíðuni í ungdómsdeildini í 50 ár og fyrsta føroyameistaraheiti yvirhøvur síðani ár 2000 - í 25 ár.
B36 vann steypakappingina hjá U21. B36 vann eisini tvær aðrar steypakappingar á dreingjasíðuni (U17 og U13), meðan Víkingur vann FM í U13 og U15. HB gjørdist føroyameistari hjá U17 dreingjum.
Tøl: FaroeSoccer og FSF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald