
Tað var gott fótbóltslag í Sarpugerði sunnudagin, tá Víkingur vann 4-2 á B36 í týdningarmiklum landskappingardysti.
Tað merkist eisini ein spenningur, tí víkingarnir hava evropeiska uppgávu í Belfast hóskvøldið - og hava eitt gott útgangsstøði.
Conference League 3. umfar, seinni dysturin
Hósdagin 14. august
19.45: Linfield (NÍR) - Víkingur (1-2)
Sí eisini: Bæði KÍ og Víkingur hava eina leiðslu við í viðførinum
Les eisini: Poul Kallsberg: - Ein kempi uppliving at spæla hesar evropeisku dystirnar
Hetta er fimtu ferð, at eitt føroyskt felag roynir seg móti júst Linfield. Tað hevur higartil verið striltið hjá okkara feløgum móti nógv mest vinnandi felagnum í Norðurírlandi.
Hagtølini hjá Linfield higartil móti føroyskum feløgum:
2012: 0-0 móti B36 - Linfield víðari eftir brotssparkskapping *
2013: 5-0 móti ÍF
2014: 3-2 móti B36 3-2.
2015: 6-4 móti NSÍ
2019: 3-2 móti HB
Les eisini: Linfield hevur takið á føroyskum feløgum
Hetta eru samanløgdu úrslitini. Um vit hyggja eftir fyrru dystunum í uppgerðunum, so hevði einki føroyskt feløg vunnið fyrra dystin móti Linfield, fyrrenn Víkingur gjørdi tað hósdagin.
ÍF og B36 taptu 2-0 í fyrru dystunum, B36 tapti 1-2 í fyrra dystin, sum var á heimavølli. HB var leikliga omaná men fekk ikki meira enn 2-2 í fyrra dystinum móti Linfield, sum var í Gundadali í 2019. Tá taldu útivallarmál eisini við.
Tað gjørdu tey eisini í 2012, tá eitt føroyskt felag fyrstu ferð spældi móti Linfield. Tó var tað eitt gott útgantsstøði hjá B36 eftir 0-0 í fyrra dystinum í Belfast. Hetta var eisini tað tættasta, sum eitt føroyskt felag higartil er komið at senda Linfield út: Tá sendu norðurírar føroyingar út eftir brotssparkskapping.
So er spurningurin, hvussu tað fer at hilnast Víkingunum við einari leiðslu undan seinna dystinum. Vit kunnu leggja afturat, at í royndunum hjá B36 og NSÍ móti norðurírskum feløgum í 2019 endaði tað við 2-0 tapi í fyrru dystunum - báðir vóru í Norðurírlandi.
Myndir: Víkingur komin til norðurírska høvuðsstaðin
Sí eisini - fjepparaprát: (Video): - Eg tók avgerðina klokkan 16: Mátt við til Belfast
Portalurin og FM1 er við á ferðini til Norðurírlands og verður ymiskt tilfar at síggja upp til og eftir dystin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald