Fótbóltur

Íslendskur bakkur til NSÍ

Alex Freyr Elísson hevur seinast spælt við Fram Reykjavík í bestu íslendsku deildini, og tað er eisini liðið, hann hevur umboðað stóran part av. Hann kann eisini spæla longur frammi á vøllinum.

28-ára gamli bakkurin skuldi spæla fyri Njarðvik í 2026 - men ístaðin varð tað NSÍ

28-ára gamli bakkurin skuldi spæla fyri Njarðvik í 2026 - men ístaðin varð tað NSÍ

2026-01-29 15:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

NSÍ hevur seinastu árini havt nógvar útlendskar verjuspælarar, og nú hevur felagið aftur gjørt sáttmála við ein slíkan.

Talan er um íslendingin Alex Freyr Elísson. Hann er 28-ára gamal og hevur fyri tað mesta spælt á høgra bakki. Hann kann tó eisini spæla longur frammi á vøllinum - millum annað á vonginum.

28-ára gamli íslendingurin hevur so at siga bert spælt fyri Fram Reykjavík á sínari yrkisleið, og seinastu árini hevur høvuðsstaðarfelagið verið í bestu íslendsku deildini, har Alex Elísson spældi nógv í 2024 - annars hevur Elísson spælt meira í næstbestu deildini.

Har skuldi hann eisini upprunaliga spæla í 2026, tí Alex Freyr Elísson gjørdi í november sáttmála við Njarðvik. Men sum skilst var ein klasulur í hesum sáttmálanum, sum loyvdi honum at skifta til NSÍ nú.

Í 2023 spældi nýggi NSÍ-bakkurin saman við Klæminti Andrasson Olsen, sínum nýggja liðformanni, í Breiðablik. Nýggi íslendski venjarin kennir eisini spælaran frá heimlandinum.

Sáttmálin millum Alex og NSÍ er galdandi fyri kappingarárið 2026, kunnar NSÍ um.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder