Leygardagin klokkan 17 skulu Føroyar og Kasaskstan spæla fyrsta dystinum í nýggju Nations League-kappingini á Tórsvølli.
Men beint nú er ivamál, nær útiliðið verður í landinum. Ringa veðrið í dag ávirkar alla flogferðsluna.
Sí eisini: Illveður: Øll flogferðsla avlýst í dag
Millum flogførini, sum skuldu seta seg í Vágum í dag er eitt hjá Scat Air, ið skuldi koma úr Astana og eftir ætlan skuldi lenda í Vágum klokkan 18.00.
Tað stendur ikki sum avlýst ella útsett á yvirlitinum, men sum vit skrivaðu fyrr í morgun, verður eingin flúgving umvegis Vága Floghavn restina av degnum.
Talan er um nógvan vind, av keðiligari "flogætt". Hóast hann snarar nakað í morgin, verður framvegis nógvur miðalvindur til út á fríggjakvøldið.
Fótbóltssamband Føroya hevur sum skilst onga kunning fingið úr Kasakstan um, nær man nú kann vænta mótstøðuliðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald