Hann var 20-ára gamal í 2021, tá hann var í Føroyum og spældi fyri NSÍ. Har skoraði danin sjey mál fyri besta liðið og spældi í flestu dystum - men ikki øll kring NSÍ hildu, at tekniskt sterki og kviki Jacob Bennedsen Trenskow var nóg góður at bryja fast hjá NSÍ.
Hann spældi bæði í U21-steypafinalu, og skoraði, og finalu um Løgmanssteypið - NSÍ tapti báðar móti B36 - og fór síðani til HB Køge.
Síðani gekk skjótt. Trenskow beit seg fastan í næstbestu donsku deildini, varð seldur til Kalmar í Allsvenskan og síðani til SC Heerenveen.
Álopskendi miðvallarin hevur staðið seg ógvuliga væl í Niðurlondum; í sínum øðrum kappingarár so mikið væl, at Jacob Trenskow varð tilnenvdur til ársins spælara í sterku í Eredivisie.
![]()
Trenskow í steypadysti í Klaksvík sum 20-ára gamal. Hann gjørdi vart við seg í løtum í fremstu føroysku kappingunum (Mynd: Sverri Egholm)
Landsliðsvenjarin hevur eisini lagt merki til hetta, og á listanum hjá Brian Riemer í dag stendur millum annað Jacob Trenskow.
Harvið skal fyrrverandi NSÍ-spælarin við í hópin til venjingardystirnar hjá Danmark móti DR Congo og Ukraine 3. og 7. juni.
Nú 25-ára gamli Trenskow hevur spælt 16 U-landsdystir. Hetta er fyrstu ferð, maðurin úr Aarhus er við á A-landsliðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald