
Talan gjørdist ikki um nakað skrædl á Tórsvølli men talan gjørdist heldur ikki um "stóra úrslitið móti stóru tjóðini", sum føroyska manslandsliðið jagstrar.
Avrikið var gott. Bæði í verjustøðu størsta partin av dystinum, í kontraspælinum í nógvum løtum, í høga trýstinum í 2. hálvleiki og so framvegis.
Kroatia hevði bóltin 80 prosent av tíðini fyri steðgin og skoraði eisini, tá føroyingar vóru eitt fet aftanfyri eftir innlegg av baklinjuni.
Men Hanus Sørensen hevði tveir stórar málmøguleikar - serliga tann fyrra tá hann var ein móti einum við Livakovic. eftir frálíkt føroyskt mótálop.
Hanus Sørensen kundi lyft takið á Tórsvølli eftir bert tríggjar minuttir lagt Føroyar á odda (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta var eftir tríggjar minuttir. Størri gjørdust møguleikarnir hjá Føroyum ikki men úttrykkið og støðurnar vóru har eftir steðgin.
HM-bronsuvinnararnir fingu eisini sínar møguleikar, tá Føroyar satsaðu. Men Mattias Lamhauge var stinnur og beindi stútarar og skot væl vekk.
Kroatia fór tó við øllum - við Luka Modric á vøllinum í umleið hálvan tíma. Balon d'Or vinnarin og hinir fingu trý stig: Føroyar taptu fyri triðju ferð í hesari undankappingini við einum máli.
Í morgin gongur leiðin til Gibraltar, har Føroyar skulu royna at basa liðnum styrkismett undir sær fyri aðru ferð - meira seinni.
HM-undankapping 4. umfar:
Fríggjadagin 5. september á Tórsvølli
Føroyar - Kroatia 0-1 (0-1)
31' Andreij Kramaric 0-1
Føroyar (5-4-1): Mattias Lamhauge - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (68' Martin Agnarsson) - Árni Frederiksberg (75' Jóannes Bjartalíð), Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen (75' Geza David Turi), Hanus Sørensen (85' Adrian Rúnason Justinussen) - Meinhard Egilsson Olsen (68' Jóan Símun Edmundsson).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald