
Frammanfyri eini 3.500 áskoðarunum og í nógvum larmi spældu HB og eitt av størstu donsku feløgunum ein spennandi og inntensan dyst á Tórsvølli.
Bæði liðini høvdu stórar møguleikar, sum tey ikki skoraðu uppá. Brøndby hevði tveir heilt stórar møguleikar eftir steðgin, umframt góðar støður mitt í 1. hálvleiki. HB hevði ein góðan málmøguleika beint fyri steðgin umframt tveir størri eftir Brøndby-málið.
Liðini fingu eitt mál hvør. Eftir eina løtu við bóltinum frammanfyri HB-brotsteigin fann Nicolai Vallys Clement Bischoff, sum rann afturum HB-verjuna. Tætt við baklinjuna legði vongurin flatt innfyri til ein púra frían miðáleypara, sum bara skuldi seta fótin á.
Súrt, men HB hevði í stórum pørtum av dystinum áðrenn hetta havt gott tamarhald á, og liðið hjá André Olsen smoygdi bara armarnar upp.
Menn sum Sammy Skytte, Heini Fossdalsá Sørensen og Ási Dam tóku ábyrgd, og Emil Grønn Pedersen fekk tveir stórar møguleikar.
Tíverri rakti norðmaðurin ávikavist stongina og eysturríska málverjan, áðrenn hann eisini hevði eitt skot, sum fór stutt uppum mál.
Innskifti Jákup Thomsen var tó ísakaldur seint í dystinum. HB helt á at fara eftir tí, innskifti Mathias Voss fór avstað í høgru. Bólturin kom eitt sindur tilvildarliga til Jákup Thomsen, sum setti innarusíðuna á og javnaði.
Stórur HB-fagnaður, framvegis ósigraðir undir André Olsen og eitt stórt úrslit. Seinni dysturin verður í Brøndby um eina viku, 31. juli.
Conference League 2. umfar - fyrru dystirnir
Hóskvøldið 24. juli
HB - Brøndby 1-1 (0-0)
62' Filip Bundgaard 0-1
89' Jákup Thomsen 1-1
HB (4-4-2): Bjarti Vitalis Mørk - Ási Dam, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen (L), Lassana Faye - Heini Fossdalsá Sørensen, Noah Mneney, Sammy Skytte, Ári Mohr Jónsson - Emil Grønn Pedersen og Jonas Enkerud
Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Jákup Ludvig Thomsen og Mathias Voss
Venjari: André Olsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald