Fótbóltur

Jana og Viborg eru í evropeiskum bólkaspæli

Greiður 39-30 sigur á Sävehof í dag, har Jana Mittún skeyt fýra mál og átti upplegg, sendi Viborg víðari í European League. Í morgin skal Maria Pálsdóttir Nólsoy royna at megna tað sama.

Tað var 19-16 í steðginum, og eftir at Viborg skoraði fimm tey fyrstu málini eftir steðgin, so støðan varð 24-16, so varð eingin spenningur aftur í dystnum. Nú snýr tað seg um landsliðið í nakrar vikur hjá Janu Mittún (Mynd: Sverri Egholm)

Tað var 19-16 í steðginum, og eftir at Viborg skoraði fimm tey fyrstu málini eftir steðgin, so støðan varð 24-16, so varð eingin spenningur aftur í dystnum. Nú snýr tað seg um landsliðið í nakrar vikur hjá Janu Mittún (Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-15 16:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Viborg stríddi seg í seinastu viku til at kunna avgerða alt við einum og hvørjum sigri í seinna European League røkkstøkk-dystnum (play-off) Hetta var við javnleiki í Svøríki.

Sí eisini: Jana Mittún fimm mál í góðum evropeiskum úrsliti

Seinnapartin vitjaði Sävehof í Viborg, og har vann heimaliðið sum væntað.

Tað var 19-16 í steðginum, og eftir at Viborg skoraði fimm tey fyrstu málini eftir steðgin, so støðan varð 24-16, so varð eingin spenningur aftur í dystnum.

39 mál skotin sigur søguna um ein álopspart, ið riggaði hjá danska liðnum, og har átti Jana Mittún sín leiklut.

21-ára gamla hoyvíkskvinnan er skrásett fyri fýra mál. Tað er ikki eitt ednaligt tal av uppleggum, men var kviki føroyski landsliðsprofilurin eisini við í fleiri øðrum málum hjá Viborg.

[object Object]
Jana Mittún gav aftur einari svenskari verju høvuðbrýggj (Mynd: Sverri Egholm)

Við hesum er greitt, at danska felagið í 2026 skal spæla í bólkaspælinum í næststerkastu evropeisku kappingini: Eitt gott fet hjá Viborg og Janu Mittún móti tindinum.

Føroyingurin longdi í vikuni sáttmálan við Viborg við tveimum árum. Mánadagin skal hon hittast við landsliðsliðfeløgunum í sambandi við HM-fyrireikingarnar - endaspælið byrjar um ellivu dagar.

Ein av landsliðsliðfeløgunum er Maria Pálsdóttir Nólsoy - eisini ein bakspælari, ið fær stóran týdning fyri Føroyar í HM-endaspælinum. Maria og Horsens eru eisini í EL-play off umfarnum, og føroyingurin varð toppskjútti í fyrra dystnum móti CS Minaur Baia Mare. Horsens vann hendan dystin við seks málum, men tað verður nakað annað at spæla í Rumenia í morgin, har tað skal avgerðast.

[object Object]Maria Nólsoy og hinar skulu stríða seg víðari - har verður helst trýst frá millum annað áskoðarum í Baia Mare (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder