Fótbóltur

Jasper van der Heyden aftur til 07 Vestur

30-ára gamli vongurin hevur spælt í NSÍ tvey tey seinastu árini men er kunngjørdur á ársveitsluni hjá 07 Vestur í kvøld.

Í 2022 og 2023 spældi Jasper van der Heyden í felagnum - størsta partin av tíðini undir Micheal Schjønberg - og gjørdi í løtum stóran mun í álopskenda spælinum hjá 07 Vestur

Í 2022 og 2023 spældi Jasper van der Heyden í felagnum - størsta partin av tíðini undir Micheal Schjønberg - og gjørdi í løtum stóran mun í álopskenda spælinum hjá 07 Vestur

2025-10-25 23:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

07 Vestur megnaði við dramatiskum 3-3 javnleiki móti EB/Streymi á heimavølli í dag at halda sær í fremstu deildini. Bert málmunur var á muni millum 07 Vestur á 8. plássi og FC Suðuroy á 9. plássi, og 15 stig vóru nóg mikið hjá vágaliðnum at tryggja sæti til sætta árið á rað.

Les meira: 07 Vestur bjargaði sær plássnum í deildinum í ársins seinasta hálvleiki

Sí myndir av Dungasandi her

Í 2022 og 2023 spældi Jasper van der Heyden í felagnum, og gjørdi í løtum stóran mun í álopskenda spælinum hjá 07 Vestur, sum bæði hesi árini spældi steypahálvfinalur og serliga í 2023 stóð seg væl í landskappingini.

Belgiski vongurin hevur tvey tey seinastu árini spælt vð NSÍ, har tað hevur verið eitt sindur upp og niður. Nú sáttmálin hjá van der Heyden við felagð í Runavík gongur út, er tað greitt, at samstarvið har ikki verður longt.

[object Object]
Málstigini hava til tíðir vanta í hjá kvika vonginum, sum tó eisini hevur rakt nøkur flott toppavrik í gulum (Mynd: Sverri Egholm)

Eftir øllum at døma vendir Jasper van der Heyden aftur til 07 Vestur. Keldur hjá Portalinum fortelja í kvøld, at hann er kunngjørdur á ársveitsluni í Miðvági.

Har er gott lag, nú 07 Vestur síðstu umførini, og í allarseinasta hálvleikinum í ár, stríddi seg upp á 8. pláss.

Ítróttarstjórin í 07 Vestur, Jón Nordendal, avdúkaði eisini fyri jn.fo fyrr í dag, at ein nýggjur spælari til hópin næsta ár, fór at verða kunngjørdur á ársveitsluni. 

Jasper van der Heyden hevur spælt í Føroyum síðani 2020. Fyrst í AB og síðani í KÍ í 2021. 30-ára gamli vongurin kann koma at vera til gagns aftur fyri 07 Vestur, har hann hevur spælt fyri Micheal Schjønberg áður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder