Føroyska flytingarvindeygað er nú latið aftur. NSÍ kunngjørdi mánamorgunin nógv tí størstu flytingina hetta summarið: Landsliðsprofilurin Meinhard Egilsson Olsen er keyptur heim aftur til FM-stríðið og næstu árini.
Sí eisini: Keyptur úr Kolding fyri at fáa FM aftur til Runavíkar
Men onnur lið hava eisini fingið fatur á spælarum í seinastu løtu. Argja Bóltfelag skrivar á síðu sínari, at "AB í tøkum tíma hevur tryggjað sær styrk til seinnu kappingarhálvu:
Nýggjur spælari hjá AB er Jens Erik Bruhn, sum hevur skrivað undir sáttmála fyri kappingarárini 2026 og 2027 á Argjum.
24-ára gamli maðurin úr Trongisvági hevur longu nógvar royndir á hægsta stigi í Føroyum. Jens Erik spældi á fyrsta sinni í bestu deildini fyri TB sum 16 ára gamal í 2019, og sambært FaroeSovver hevur skjóti spælarin higartil spælt tilsamans 131 dystir í Meistaradeildini: Teir flestu fyri barndómsfelagið, TB, men bæði í 2024 og 2025 spældi hann við EB/Streymi, har hann eisini royndist væl.
![]()
Jens Erik Bruhn var í EB/Streymi í eitt og eitt hálvt ár (Mynd: EB/Streymur)
Eftir eitt og eitt hálvt ár í EB/Streymi fór Jens Erik Bruhn til Danmarkar í útbúgvingarørindum í summarsteðginum í fjør. Hann spældi nakrar dystir fyri TB tíðliga í summar men verður nú skjótt aftur í fremstu deildini í Føroyum.
AB lýsir sín nýggja spælara á hendan hátt:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald