
Gibraltar, Portalurin: Beint áðrenn ein tími varð spældur á Europa Point-leikvøllinum gjørdu Føroyar eina trý-duppulta útskifting.
Hetta var við at venda dystinum, og Føroyar fingu eisini ein nýggjan metmann, í mun til spældar dystir á manslandsliðnum.
Jóannes Kalsø Danielsen, Jóan Símun Edmundsson og Hanus Sørensen á veg á vøllin (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Jóan Símun: - Stórur heiður at hava spælt líka nógvar dystir sum Fróða
Fríggjakvøldið javnaði Jóan Símun Edmundsson metið hjá Fróða Benjaminsen (95 dystir), og í kvøld tók 34-ára gamli áleyparin metið hjá bygdamanninum.
Heidi Sevdal hevur eisini spælt 96 A-landsdystir fyri Føroyar. Hesum rakk hon fyrr í ár.
Les eisini: Heidi Sevdal hevur nú spælt flest A-landsdystir av øllum føroyingum
34-ára gamli toftamaðurin arbeiddi væl í kvøld, var við at fáa lív í álopspartin hjá Føroyum, og var Jóan Símun óheppin ikki at leggja Føroyar á odda, tá hann snýtti málverjan: Aftasti verjuspælarin kastaði seg fyri skotið í evstu løtu.
Annars hevði Jóan Símun Edmundsson skorað sítt níggjunda landsliðsmál. Tann fyrsti, av teimum nú 96 landsdystunum, var móti Fraklandi í 2009, tá núverandi KA Akureyri-spælarin og táverandi B68-spælarin var 18 ára gamal.
Hoyr samrøðu við Jóan Símun Edmundsson her: Metmaðurin: Jóan Símun fegnast um hvønn landsdyst
Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í dag, mánadagin 8. september
Gibraltar - Føroyar 0-1 (0-0)
68' Martin Agnarsson 0-1
Føroyar (5-4-1): Mattias Lamhauge - Jann Benjaminsen, Samuel Johansen Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson - Árni Frederiksberg (86' Meinhard Egilsson Olsen), Brandur Hendriksson Olsen, Geza David Turi (73' Jákup Biskopstø Andreaen), Jóannes Bjartalíð - Páll Andrasson Klettskarð
59 minuttir: Jóannes Kalsø Danielsen, Jóan Símun Edmundsson og Hanus Sørensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald