Fótbóltur

Jóan Símun sæst á TV3 + og Viaplay í kvøld

Toftamaður og teir í KA Akureyri hava stóra uppgávu í Silkeborg. Fyrsta bríksl verður klokkan 18 - føroysk dómarakvartett hevur eisini Conference League-uppgávu í kvøld.

Silkeborg er stórfavorittur til uppgerðina og til hendan fyrsta dystin. KA stríðist í botninum í Íslandi. Jóan Símun Edmundsson gjørdi tó bart um vikuskiftið (Mynd: fotbolti.net)

Silkeborg er stórfavorittur til uppgerðina og til hendan fyrsta dystin. KA stríðist í botninum í Íslandi. Jóan Símun Edmundsson gjørdi tó bart um vikuskiftið (Mynd: fotbolti.net)

2025-07-23 09:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin spæla HB og KÍ í 2. umfari í Confernce League, men longu í kvøld eru føroyingar í gongd í hesum umfarinum av hesari kappingini.

Ein føroysk dómarakvartett, við Jóhan Hendrik Ellefsen á odda, dømir Levadia - Iberia Tbilisi í Tallinn.

Domari: Johan Hendrik Ellefsen
Hjálpardómarar: Dan Højgaard og Jógvan Breckmann
4. Dómari: Heini Ziskason Viðoy

Les meira um hetta: Jóhan Hendrik Ellefsen og føroyskt toymi skulu stýra evropeiskum dysti í Estlandi

Í Silkeborg, í Jútlandi, spæla Jóan Símun Edmundsson og KA Akureyri.

Hesin dysturin byrjar klokkan 18 og sæst á TV3 + og Viaplay. 

Silkeborg er stórfavorittur til uppgerðina og til hendan fyrsta dystin. KA stríðist í botninum í Íslandi. 

Sunnudagin byrjaði Jóan Símun inni og skoraði móti ÍA. Royndi áleyparin av Toftum var eisini við at skapa aðrar vandastøður, og nú verður spennandi at síggja, hvat hann kann gera móti Silkeborg úr Superliguni.

Sí eisini: Jóan Símun skoraði í botnuppgerð

Jóan Símun Edmundsson hevur áður spælt móti Silkeborg, tá hann var í donskum fótbólti. Føroyingurin skoraði í evropeiskum dysti fyri KA, tá hann eisini spældi fyri felagið í 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder