Fótbóltur

Jóannes Bjartalíð og Fredrikstad víðari á dramatiskan hátt

Vålerenga javnaði í 97. minutti, men í næsta álopi avgjørdu norsku steypavinnararnir dystin. Føroyingurin í Fredrikstad spældi fyri fyrstu ferð í 2025 fullan kappingardyst og átti stóran leiklut í fyrra málinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-09-24 07:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur havt eitt 2025, sum hevur verið nógv merkt av skaða, men síðani fyrst í juli hevur Jóannes Bjartalíð fingið spælt dystir.

Í gjár byrjaði Bjartalíð inni og spældi fyri fyrstu ferð í 2025 ein kappingardyst á tamb. Føroyingurin fekk eisini ein góðan leiklut í søta steypasigrinum hjá verandi norsku steypavinnarunum móti Vålerenga. Liðini eru jøvn í stigum í Eliteseriuni og hittust í 3. umfari í NM Cup.

Í 20. minutti átti 29-ára gamli álopskendi klaksvíkingurin tvær frálíkar alveringar í álopinum, sum tryggjaði Fredrikstad leiðslumálið í Oslo. Jóannes Bjartalíð hevði triðseinasta fót á.

Sí góðu sendingarnar frameftir hjá føroyinginum við 14-talinum frá 0.40 í videonum ovast - ella á Youtube-rásini hjá Vålerenga

Heimaliðið fekk so líðandi veruliga leikliga yvirvág, og sum hæddarpunktini eisini vísa, so hevði liðið úr norska høvuðsstaðnum nógvar møguleikar, og harav fleiri risamøguleikar, áðrenn tað bragdaði hjá Vålerenga í 97. minutti.

1-1 og so var lagt upp til longda leiktíð og ávísan fyrimun til Vålerenga. Men Fredrikstad vildi tað øðrvísi: Long sending niðan, Jóannes Bjartalíð órógvaði nakað í luftnærdysti, og heldur tilvildarliga endaði bólturin hjá Henrik Skogvold. Áleyparin var ísakaldur: 2-1 og Fredrikstad víðari til áttandapartsfinalurnar.

[object Object]
Mynd: Fredrikstad

Tað er framvegis ikki vist, hvørjum føroyski landsliðsspælarin og hinir hitta har. Men verjan av steypinum heldur fram. Í landskappingini er Fredrikstad á 6. plássi: Ellivu stig eru upp til evropeiskt pláss.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder