Fótbóltur

Jósef Ólavsson Gleðisheygg er nýggjur á U21-landsliðnum

18-ára gamli Víkinga-verjuspælarin hevur víst seg væl fram í fremstu deildini í ár. Tveir av yngru U21-spælarunum eru eisini á listanum til týðandi dystin í Sveis, sum skal spælast fríggjakvøldið 27. mars.

Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21 landsliðnum, hevur úttikið hesar 20 spælarar til EM undankappingardystin móti Sveis - ein lykladyst fyri liðið í undankappingini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21 landsliðnum, hevur úttikið hesar 20 spælarar til EM undankappingardystin móti Sveis - ein lykladyst fyri liðið í undankappingini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-16 20:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður nummar 2 ímóti nummar 3 í bólkinum, tá Føroyar og Sveis fríggjakvøldið í komandi viku bresta saman í U21 EM undankappingardysti á Stockhorn Arena í Thun.

Hetta staðfestir Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari, í sambandi við at U21-hópurin til týðandi dystin er úttikin

Í mun til hópin,seinasta dystin hjá Føroyum, sum var á útivølli móti Frankaríki í november í fjør, hevur Ólavur Mikkelsen framt tríggjar broytingar í hópinum.

Aron Benjaminsen og Dávid Reymheim er aftur. Teir vóru við U19-landsliðnum, sum teir eisini hava aldur til í november.

[object Object]
Jósef Ólavsson Gleðisheygg kann spæla sum vongverji og ein av miðverjunum - eisini hevur hann roynt seg longuri frammi á vøllinum (Mynd: Víkingur)

Tað var Jósef Ólavsson Gleðisheygg eisini. Ungi víkingurin hevði eitt gott kappingarár í 1. deild í fjør, og nú er hann fastur høgri bakkur á besta liðnum hjá barndómsfelagnum.

Jósef Gleðisheygg hevur víst seg væl fram í tveimum teimum fyrstu dystunum, har hann hevur staðið yvirfyri Peturi Knudsen og Boubacar Dabo - uttan at koma í veruligar trupulleikar. Orkuríki og spennandi gøtumaðurin verður nú løntur við fyrstu úttøkuni til U21-landsliðið.

Jósef, Dávid og Aron avloysa Aron Reinert Hansen, Marjus Nón og Thomas Bjørn Miezan í hópinum.

Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21 landsliðnum, hevur úttikið hesar 20 spælarar til EM undankappingardystin móti Sveis:

Málverjar: 
Rasmus Olsen, FC Suðuroy
Hans Jákup Arngrímsson, Skála

Verjuspælarar:
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Ejvind Restorff Mouritsen, HB Tórshavn
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Jákup Norðoy Vilhelmsen, KÍ Klaksvík
Jónas Prior, 07 Vestur
Bjarti Thorleifsson, Skála
Jósef Ólavsson Gleðisheygg, Víkingur

Miðvallarar:
Jógvan Gullfoss, B36
Dávid Biskopstø Andreasen, B36 Tórshavn
Mattias Hellisdal, Vasteras SK (Svøriki)
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Heini Sørensen, HB Tórshavn
Djóni Samuelsen, B68 Toftir
Hanus Højgaard, B68 Toftir
Áki Samuelsen, Mjallby AIF (Svøriki)

Áleyparar:
Aron Benjaminsen, Víkingur
Dávid Reynheim, KÍ Klaksvík
Markus Isaksen, Skála

Tá Føroyar og Sveis møttust á Tórsvølli í oktobur í fjør gjørdist úrslitið 3-1 til Sveis - í einum jøvnum dysti.

Undan dystinum á Stockhorn Arena 29. mars hava Føroyar 9 stig og eru eitt stig frammanfyri Sveis, sum hevur 8 stig. Føroyar hava spælt ein dyst fleiri - men báðar móti Fraklandi og liggja framvegis á 2. plássi.

Frankaríki er á odda í bólkinum við 10 stigum. Sí meira um bólkin her: U21 EM undankapping / Bólkur C

Hoyr Ólav Mikkelsen, venjara, greiða frá uppgávuni og støðuni í bólkinum fyrst í hesum klippinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder