HB ætlar sær av álvara at taka kappingina upp við KÍ í meistaradeildini hjá kvinnum 2026.
Gamaní eru millum annað tveir lyklaspælarar farnar úr felagnum í vetur: Liðskiparin í fjør Sunniva Willemoes er flutt til Danmarkar í lestrarørindum, og evnaríki miðvallarin av Sandi, Fridrikka Maria Clementsen, hevur skift til ÍBV í bestu íslendsku deildini.
Hinvegin eru komnar fleiri landsliðsspælarar og spælarar við landsliðsstigi - umframt til at kappast um føroysku steypini.
Vandamikla Lea Lisberg (áður Víkingur og uppvaksin í EB/Streymi) skal í gongd aftur í HB eftir drúgvan skaða, spennandi ungi áleyparin Brá Zachariasardóttir skiftir úr NSÍ, og Sara Samson Shaki (f. Lamhauge) verður aftur í HB - hetta eftir trý ár í Runavík.
![]()
Sara Samson Lamhauge leggur trýst á Sunnivu Willemoes - Sunniva spælir ikki við HB í 2026, men Sara er aftur eftir trý steyp í Runavík (Mynd: Sverri Egholm)
![]()
Sara hevur seinastu tvey árini spælt við Allani Dybczak sum venjara í NSÍ. Bæði eru aftur í HB nú, og tað er Julia Naomi Mortensen eisini. HB hevur í vikuni kunngjørt, at 25-ára gamla tvørkvinnan skal spæla í reyðum og svørtum í 2026. Tekniskt dugnaligi miðvallarin hevur áður eisini roynt seg í fremstu donsku deildini.
- Eftir trý ár í útlegd, verður landsliðsleikarin Julia Naomi Mortensen aftur at síggja í reyða og svarta búnanum. Julia Naomi er uppvaksin í TB, men byrjaði sína yrkisleið í vaksnamannadeildini hjá okkum, har hon, frá 2017 til 2021, taldist millum profilarnar á liðnum. Síðani fór hon til Danmarkar at spæla. Fyrst við AGF, og síðani við AaB.
- Har var hon fram til 2024, tá hon aftur var at síggja í føroyskum fótbólti. Seinastu tvey árini hevur hon spælt við NSÍ, har hon eisini hevur verið ein av stuðulsleikarunum, skrivar hb.fo.
Julia Naomi Mortensen setur sjálv orð á liðsamansetingina í viðmerking við heimasíðuna hjá HB.
– Liðið er styrkt í mun til í fjør. Góðir leikarar eru komnir til, og higartil eru tað Sunniva og Fridrikla, sum ikki halda fram frá í fjør. Men liðið skal spælast saman, og vit skulu finna stevið. Vit taka ein dyst í senn, men tað er ein varin optimisma, har vit fara eftir at vinna hvønn dyst, sigur hon at enda.
![]()
Sambært Faroesoccer hevur Julia spælt 129 dystir á hægsta stigi í Føroyum, har hon hevur skorað 81 mál. Fyri Føroyar hevur miðvallarin spælt 35 ferðir og skorað tvey mál.
Meistaradeildin við kvinnum byrjar aftur sunnudagin 22. Mars. Hóast tað er tíðliga at siga, so hómast eitt FM-stríð millum HB og KÍ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald