Fótbóltur

Kaj Leo spældi sín fyrsta dyst í føroyskari kapping í nærum tólv ár

Syðrugøtumaðurin spældi ein hálvan tíma fyri Vìking í 1. deildardysti í Klaksvík í gjár. 34-ára gamli vongurin og hárfríðkarin er fluttur aftur til Føroyar eftir nógv ár í Íslandi og hevur vant nakað við besta liðnum hjá barndómsfelagnum.

2025-08-07 18:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Yvir 100 dystir í fremstu mansdeildini, 15 í steypakappinini - harav tvær løgmansfinalur sum endaðu við gulli um hálsin - umframt átta evropeiskar dystir og eina víðari luttøku.

Hetta megnaði Kaj Leo í Bartalsstovu, áðrenn hann fyribils takkaði fyri seg í Sarpugerði sum 22-ára gamal. 

Steðgurin uttanlands gjørdist ellivu og eitt hálvt ár. Størsta partin uttanfyri landoddarnar hevur syðrugøtumaðurin nýtt í Íslandi. Har hevur Kaj Leo fyrst gjørt vart við seg í bestu deildini og seinastu árini spælt í næstbestu deildini, meðan hann hevur útbúgvið seg og virkað sum hárfríðkari.

Seldur til rumensk stórfelag

Kaj Leo í Bartalsstovu fór tó í fyrstu syftu til Levanger í næstbestu norsku deildini at royna síni evni. Hetta var tíðliga í 2014. Eftir tvey ár har varð Kaj Leo keyptur.

Talan var um ein av mest merkisverdu flytingunum hjá føroyskum spælara. Rumenska stórfelagið Dinamo Bucaresti hevði fingið eyguni upp fyri kvka og snilda gøtumanninum í landsdysti millum Føroyar og Rumenia í 2015. Tað gekk skjótt fyri seg, og so slapp Kaj Leo at royna yrkislívi í rumenska høvuðsstaðnum, við øllum tí sum tað innibar.

Føroyingurin er skrásettur fyri átta ár ta hálva árið, sum hann var í Rumenia. Kaj Leo í Bartalsstovu er higartil einasti føroyingurin, sum hevur spælt felagsfótbólt har.

[object Object]


Kaj Leo í landsdystinum móti Rumenia á Tórsvølli í oktober 2015. Føroyar taptu 3-0, men vongurin við 7-talinum vísti fleiri ferðir síni kynstur

Aftur til røturnar eftir nógv ár í Íslandi

Leiðin fekk frá Bukarest til Hafnarfjørðin á sumri 2016. FH var tá besta liðið í Íslandi, og hevði Gunnar Nielsen í málinum. Skjótt fór Kaj Leo í Bartalsstovu tó víðari til Vestmannaoyggjarnar. Tað var í ÍBV, at føroyingurin hevði síni leikligu  bestu ár í Íslandi - serliga í 2018.

Valur vildi síðani hava Kaj Leo í Bartalsstovu. Liðið úr Reykjavík var tá meistari. Eftir trý ár har fór Kaj Leo til ÍA Akranes, og síðani 2023 hevur hann spælt í næstbestu íslendsku deildini.

[object Object]
Kaj Leo í Bartalsstovu í sínum 30. landsdysti í Kekkia í novemer 2022. Hann hevur ikki verið á landsliðnum síðani (Mynd: Sverri Egholm)

Í gjárkvøldið spældi Kaj Leo í næstbestu føroysku deildini. Hetta var fyrsti dystur hansara í føroyskum felagsfótbólti í nærum tólv ár - síðani í oktober 2023.

Syðrugøtumaðurin spældi síðsta hálva tíman í 1. deildardystinum í Klaksvík, har KÍ var omaná og vann 3-1 á Víkingi.

Kaj Leo í Bartalsstovu er fluttur aftur til heimbygdina saman við familjuna. Hann hevur vant nakrar ferðir við besta liðnum hjá barndómsfelagnum, og spurningurin er, um snildi kanturin verður at síggja aftur í Betrideildini skjótt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder