Fótbóltur

Kann verða seinasti evropeiski heimadystur hjá Atla Gregersen

43-ára gamli verjuspælarin hjá Víkingi og hjálparvenjarin á A-landsliðnum skal gevast eftir evropeisku luttøkuna. - Eg hugsi slett ikki um tað, sjálvt um vit øll liva í okkara "reality-heimi"; tað kunnu vit taka aftaná.

Beint nú snýr tað seg um, at vit hava ein góðan møguleika móti Linfield - tað hava vit, um vit spæla dystin á Tórsvølli rætt, staðfestir liðformaðurin hjá Víkingi (Mynd: Sverri Egholm)

Beint nú snýr tað seg um, at vit hava ein góðan møguleika móti Linfield - tað hava vit, um vit spæla dystin á Tórsvølli rætt, staðfestir liðformaðurin hjá Víkingi (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-07 12:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann spælir í kvøld sín evropeiska dyst nummar 36 í kvøld, sambært FaroeSoccer og hetta kann verða seinasti evropeiski heimadysturin hjá Atla Gregersen.

Tað vóna 43-ára gamli verjuspælarin og hinir víkingarnir sjálvandi ikki, og høvuðspersónir hevur sjálvur lagt tað til síðis.

- Eg hugsi slett ikki um tann partin. Vit liva øll í okkara egnu reality-heimi, men tað kunnu vit tosa um aftaná.

Hetta staðfesti Atli Gregersen, tá vit tosaðu við hann í Sarpugerði í gjár.

Hoyr og les meira her

Víkinga-liðformaðurin skal, sambært avtalu við FSF, gevast eftir everopeisku luttøkuna hjá Víkingi. Hon endar um eina viku, um Linfield vinnur samanlagt.

Miðverjin heldur, at føroyameistararnir hava ein góðan møguleika móti norðurírsku meistarunum, um man ger tingini rætt.

Sí eisini: Linfield hevur tak á føroyskum feløgum

Les eisini: Jákup Johansen: - Fótbólturin í Føroyum er fluttur nógv síðani 2013

UEFA Europa Conference League 3. umfar - fyrri dysturin
Í dag, hósdagin 7. august á Tórsvølli
19.00: Víkingur - Linfield (NLR)

Til ber at keypa atgongumerki her

Portalurin verður á staðnum við millum annað beinleiðis bloggi. Kringvarpið stroymir dystin


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder