
Tá Hillerød sunnudagin sannførandi vann oddadyst í næstbestu donsku deildini, var tað í heldur serstøkum umstøðum sæð við føroyskm brillum.
Adrian Justinussen og Poul Kallsberg byrjaðu báðir inni hjá Hillerød og spældu ávikaviskt 74 og 60 minuttir. Adrian skoraði málið til 2-0 í 3-0 sigrinum á Esbjerg. Talan var um eitt frálíkt langskot og mál nummar fimm hjá toppskjúttanum í deildini.
Sí eisini: Hillerød oddalið eftir sannførandi sigur og føroyskt dreymahøgg
Framtíðin hjá føroyska landsliðsvonginum í Hillerød er óviss, men í løtuni ger hann stóran mun
Adrian Rúnason Justinussen búði síni fyrstu ár í Gøtu. Tað var eisini ein gøtumaður, ið dømdi hendan dystin.
Kári Jóannesarson á Høvdanum hevur verið altjóða dómari og er royndur dómari í Føroyum. Sunnudagin var hann í Helsingør, har Hillerød í løtuni hevur nakrar heimadystir. Hetta sum partur av norðurlendska dómarasamstarvinum. Vit síggja inn ímillum dómarar úr Skandinavia, umframt Finnlandi og Íslandi, døma føroyskar dystir.
Hesaferð passaði Kári á Høvdanum floytuna. Talan var um ein ódramatiskan dyst, hóast hetta var oddadystur: Hillerød var á odda 2-0 eftir 16 minuttir og skoraði til 3-0 beinanvegin í 2. hálvleiki. Føroyska dómaranum noyddist ongantíð í lumman eftir kortunum.
Djóni Jacobsen var annar av hjálpardómaranum. 23-ára gamli skálamaðurin hevur seinastu árini verið á linjuni til nógvar dystir í Føroyum - eisini stórar dystir.
Hóast tað er ógvuliga óvanligt, at føroyskir dómarar "raka" dystir við føroyingum uttanfyri landoddarnar, so er tað ikki fyrstu ferð hjá Kára á Høvdanum. Tá Gilli Rólantsson Sørensen spældi við Brann í Europa League-dysti móti Shamrock Rovers, hevði gøtumaðurin floytuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald