Á ársveitsluni hjá ÍF um vikuskifti bleiv kunngjørt, at nýggjur høvuðsungdómsvenjari er settur í .
Klaksvíkingurin Jóan Pauli Jacobsen hevur síðani 2018 stjórnað ungdómsarbeiðnum innan fótbólt í Fuglafirði.
![]()
Jóan Pauli Jacobsen hevur flutt fleiri ting í Fløtugerði (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Í Fuglafirði fegnast tey millum annað um lutfalsliga høgt tal av fótbóltsspælarum, at felagð hevur fleiri landsliðsspælarar, og at U21 hjá ÍF í ár gjørdist føroyameistari.
- Vit nýta høvi at takka fráfarandi høvuðsungdómsvenjara, Jóan Paula Jacobsen, fyri tíðina. Takk fyri títt íkast til felagið hesi 8 árini.
Nýggi maðurin við róðrið komandi tvey árini verður Súni Olsen, sum skal royna at føra arbeiði víðari.
Gøtumaðurin spældi yrkisfótbólt í Niðurlondum og Danmark, vann fleri steyp vð GÍ/Víkingi, B36 og KÍ og spældi 53 A-landsdystir.
Súni Olsen er A-venjari, og hevur millum annað verð venjari hjá bestu kvinnuliðunum hjá B36 og Víkingi, umframt besta mansliðnum hjá B68.
- Vit eru sera fegin um at hava fingið Súna Olsen inn til Fuglafjarðar og síggja fram til at samstarva við hann, skrivar ÍF á Facebook-síðu sínari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald