Fótbóltur

Kenn tín liðfelaga: - Hanus kann ikki spæla dyst uttan at hava verið til frisør

- Eg føli meg bara skjótari og alt tá; hjá Andriasi er einki skil á har, men hann er tøkur, sigur Hanus Sørensen smílandi. Næstan javngomlu landsliðsspælararnir tosa eisini um at smikra og at vera "dreymurin hjá vermammuni".

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-06-07 18:56 Author image
Portal.fo sjónvarp
placeholder

Í Georgia góvu vit yrkisspælarunum talvu í hond, har teir skuldu siga hvønn av teimum nakrar útsagnir og spruningar hóskaðu bert til.

Viljormur Davidsen varð eisini nevndur; annars flentu Hanus Sørensen og Andrias Edmundsson eftir hvørjum øðrum og prikaðu hvønn annan, tá Portalurin spurdu hvør av kamarsfeløgunum nýtti spegilin meira, og hvør ger seg meira upp fyri venjara og øðrum.

Sí skemtiligu løtuna omanfyri (2.16).

HER ber til at síggja og hoyra teir tosa um tað at bróta ígjøgnum og vera á A-landsliðnum.

Sí eisini longri samrøðu við Andrias Edmundsson og Hanus Sørensen her: Profilarnir: Andrias og Hanus liva og stríðast fyri yrkisdreyminum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder