Fótbóltur

Kevin Keegan gjørdist 75 ár

Hann var tvær ferðir valdur til besta leikara í Evropa – í 1978 og 1979.

(Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-07-20 21:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi liðskiparin á enska fótbóltslandsliðnum, Kevin Keegan doyði í dag. Hann gjørdist 75 ára gamal.

- Tað er við stórari sorg, at vit mugu boða frá, at Kevin Keegan er farin, 75 ára gamal, boðaði familjan frá í dag.

Tað var í januar, at tað kom fram, at Keegan varð álvarsliga raktur av krabbameini, og tað var eisini krabbamein, ið var orsøkin til, at fyrrverandi stjørnuleikarin frá sjeyti- og áttatiárunum, nú gav upp andan, skriva enskir miðlar.

Joseph Kevin Keegan varð føddur í Armthorpe nærhendis Doncaster í Onglandi 14. februar 1951

Fótbóltsleiðin byrjaði í Scuntorpe United, og stórheitstíðin var í Liverpool, har hann spældi 230 dystir og skoraði 68 mál í árunum 1971 til 1977 áðrenn leiðin gekk til Hamburger SV í Týsklandi har hann var frá 1977 til 1980. Hann gjørdist tríggjar ferðir enskur meistari við Liverpool umframt at finna FA Cup, Uefa Cup og Europa Cup fyri meistaralið. Við Hamburg vann hann týska meistaraheitið einaferð.

Afturkomin til Onglands spældi hann við Southampton, Newcastle United og Blacktown City.

Kevin Keegan spældi 63 A-landsdystir fyri Ongland og skoraði 21 mál í árunum 1972 til 1982.

[object Object]Kevin Keegan sum Newcastle-venjari (Mynd: Glyn Kirk/AFP/Ritzau Scanpix)

Kevin Keegan vann Ballon d’Or – tað vil siga varð kosin ársins fótbóltsleikari í Evropa – tvær ferðir, í 1978 og 1979.

Hann var enskur landsliðsvenjari frá 18. februar 1999 til 7. oktober 2000. Undan tí hevði hann vant Newcastle United 1992 til 1997 og Fulham 1997 til 1999. Eftir landsliðsgerningin vandi hann Manchester City 2001 til 2005 og aftur Newcastle eitt skifti í 2008 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder