
Eftir trý ár sum suverent meistaralið hjá monnum, var á ymsan hátt ov nógv óskil og vantandi støðufesti á liðnum og kring tað serliga fyrsta partin av 2024.
Endaspurturin var góður, og í ár er nógv, sum bendir á, at KÍ í minsta lagi vinnur okkurt steyp. Liðið hjá Magnusi Powell hevur verið sannførandi í flestu landskappingardystunum og skal eisini spæla hálvfinalur í steypakappingini móti AB. KÍ verður stórfavorittur, um man sum væntað kemur í steypafinaluna – eisni um mótstøðuliðið verður Víkingur.
Júst Magnus Powell hevur gjørt mun. Svenski venjarin krevur nógv og stendur fyri ávísum støðufesti og skipan í spælinum. Hann hevur nú, eins og Magne Hoseth í 2023 og Mikkjal Thomassen í 2022 fult stigatal eftir fyrsta triðing í landskappingini. KÍ var eisini ósigrað eftir níggju umfør í 2021, men tá var ein javnleikur ímillum úrsltini.
KÍ vann oddadystin við Løkin í gjár við hørðum arbeiði og máli frá René Shaki Joensen seint í dystinum.
KÍ'arnir fegnast um annað av málum sínum við Løkin
René Shaki Joensen og afturvendi Jákup Biskopstø Andreasen í felagskapi í nærdysti við Steffan Løkin
Magnus Powell hevur framvegis bara vunnið í kappingardystum sum KÍ-venjari: 11 av 11. Fyritreytirnar eru góðar, men svenski venjarin og hopurin gera eisini nógvi (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Shaki skoraði sigursmálið - alt er fantastiskt nú
Lyklamenn aftur frá skaðum – tveir nýggir spælarar gera veruligan mun
Teir í kongabláum síggja robustir út. Ein av faktorunum til gongdina í serliga fyrru hálvu í fjør vóru nakrir skaðar til lyklaspælarar á meira verjukendu plássunum – nakað sum Víkingur hevur rent seg í, í ár.
Størsti saknurin var helst í liðformanninum og miðvallargeneralinum. Jákup Biskopstø Andreasen spældi so at siga als ikki í 2024, og hetta merktist væl hjá KÍ. Hóast nummar 8 ikki heilt er uppi á sama høga stignum sum áðrenn álvarsama fótskaðan, hevur Jákup gjørt stóran mun í 2025. Hallur Hansson spældi als ikki í fyrru hálvu í fjør, men nú tykist tað sum um, at knæðið er í nóg góðum standi til fastan fótbólt. Hallu tykist at hóskar heilt væl saman við Jákupi í maskinrúminum hjá KÍ.
Sterka miðverjan við Odmari Færø og Heina Vatnsdal var ikki tøk í fyrsta . Nú er síðstnevndi í B36, meðan Odmar, sum kom aftur til evropeisku dystirnar í fjør, sær um nakað sterkari út.
Gaston Nicholas Tellechea hevur víst styrki (Mynd: Jens Kr. Vang)
35-ára gamli miðverjin við eyðkenda skegginum og mongu dygdunum hevur spælt allar minuttirnar og hevur eisini fingið ein skikkaðn makkara. Argentinski Gaston Tellechea hevur royndir úr næstbestu deildini í heimlandinum, og 25-ára gamli ágandi hevur fyri tað mesta sæð sterkur út, síðani hann vann sær byrjanarpláss hja KÍ,
Nakrir av níggju útlendingum hjá KÍ síggja ikki út til at fara at gera so stóran mun. Men danski málverjin Mark F. Jensen, sum sá heldur ivasamir út í løtum í fjør, stendur stinnur. So er tað eisini gamli kenningurin í álopinum.
Patrik Johannessen átti sín leiklut í fyrsta FM-heitinum hjá KÍ í hesari øldini - í 2019. Síðani hevur tvørmaðurin spælt í Noreg og í Íslandi. Patrik fekk ein krossbandsskaða í 2023 og eftir eina heldur trilvandi byrjan aftur í kongabláum, hevur orkuríki maðurin verið glóðheitur seinastu vikurnar. Nógv mál og upplegg eru eitt, men Patrik Johannesen arbeiðir eisini gróthart, rennir nógv djúpt og bindir tingini væl saman frammarlaga hjá KÍ. Í gjárkvøldið legði hann væl upp til avgerandi máli í oddabrakinum.
Patrik Johannesen verjir bóltin. Hann hevur leiklutin sum eitt slag av hangandi - ella meira fríum áleypara - aftanfyri/undir liðuni á Páll Klettskarð (Mynd: Jens Kr. Vang)
Hjá KÍ er tað sjálvandi eisini virðismikið, at "the usual suspects" avrika væl: Páll Klettskarð skorar nógv mál og arbeiðir væl, Jóannes Kalsø Danielsen er ógvuliga støðufastur á høgra bakki, og hóast tað gekk væl hjá KÍ uttan Árna Frederiksberg í trímum dystum í apríl, so er 7'arin javnt og samt við í málum og so týðandi og avgerandi fyri KÍ-spælið.
Afturat hesum eru tey í Klaksvík ógvuliga væl nøgd við, at fleiri lokalir fáa rúmd og gera vart við seg. Hetta hevur verið ein trupulleiki seinastu árini. Jonn Johannesen hevur verið ogvuliga darvaður seinastu árini, men eftir skurðviðgerð í vetur, hevur kviki og vandamikið vongurin vant fult, og er hann nú sum so fastur maður: Júst Jonn legði eisni KÍ á odda í gjár.
Dávid Biskopstø Andrasen hevur fingið alt ov lítið av dystarminuttum sum heild, tí hann hevur svingað ímillum ein hálvleik-60 minuttir á næstbesta liðnum og so ongar ella heilt fáar minuttir á besta liðnum. Nú fær 20-ára gamli bróður liðformansins størri álit, og hevur Dávid eisini tikið av - serliga í steypakappingini.
NSÍ skal nú svara aftur
Alt hetta samanlagt gevur úrslit og gott fótbóltshuglag í Klaksvík. Bláa Bylgjan er væl við, og áhugin er størri aftur. Tað er helst eisini komin ein svongd eftir steypaleysa 2024. KÍ hevur góðar fyritreytir - serliga á fíggjarlga økinum - og tá hugt verður eftir styrkini í hópinum: Mads Boe Mikkelsen er innskiftari, og Deni Pavlovic var millum teir, sum slett ikki sluppu inn í gjár.
Kappingarárið er tó langt. Og í NSÍ-leguni var ein kensla av, at man væl kundi - og kanska burdi fingið trý stig burturúr í gjár. Hetta serliga við spælinum fyri steðgin og tí, at Klæmint Andrasson Olsen hevði ein risamøguleika, sum KÍ-málverjin bjargaði, beint fyri steðgin.
Liðið hjá Jens Wedeborg hevði bert vunnið í Betrideildini undan dystinum - nú skal NSÍ reisa seg eftir inntensa og tætta dystin. FC Suðuroy og HB eru á skránni undan KÍ á Norðoyastevnu 31. mai. Tað vil siga, at enn eitt oddabrak helst verður tá; tað kann NSÍ ikki tapa, um sambandið veruliga skal haldast til liðið, sum er ein størri FM-favorittur nú.
---------------------------------------------
Betrideildin, 9. umfar
NSÍ - KÍ 1-2 (1-1)
28' Jonn Johannesen 0-1
33' Aron Knudsen 1-1
82' René Shaki Joensen 1-2
Les meira um dystin í gjár her: KÍ tók stórt fet í oddastríðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald