Víkingur beit frá sær í løtum í - serliga í fyrru hálvu av seinna hálvleik har tað var nær einum útjavnandi máli - men annars vóru favorittarnir og føroyameistararnir omaná.
Tað gekk annars striltið hjá KÍ at fáa spælið at flóta og nakað burturúr stóru leikligu yvirvágina fyri steðgin, og Ari Olsen var nær við at leggja Víking við innleggi í høgru, sum var nær við at snýta Mark Jensen í KÍ-málinum. Jørgen Nielsen hótti nakrar ferðir í mótálopum, og Jákup Biskopstø Andreasen var noyddur at steðga honum ólógliga einaferð.
So líðandi eydnaðist betri hjá KÍ. Mads Boe Mikkelsen hótti eitt sindur í millumrúminum og skeyt stutt uppum miðskeiðis í hálvleinum. Eftir 38 minuttir eydnaðist tað tó hjá miðvallaranum í sínum møguliga seinasta dysti fyri KÍ. Eins og í 2020 við HB, skoraði Mads Mikkelsen gott mál móti Víkingi - hann setti vinstra beinið á eftir harðan og flatan bólt frá Danieli Johansen úr vinstru.
![]()
![]()
![]()
Daniel Johansen og Mads Boe Mikkelsen settu báðir fótin væl á bóltin fyrstu ferð við vinstra beini, og so var fagnaður á teimum kongabláu (Myndir: Sverri Egholm)
Páll setti punktum fyri gyltum KÍ-ári
Víkingur stóð mest í verjustøðu í 5-4-1 leikskipan í 1. hálvleiki. Jóhan Petur Poulsen skifti helst heldur seint leikskipan og skifti seint út - eftir 81 minuttir - men KÍ hevði meira at skifta við, og teir ljósabláu komu so longur fram og hóttu.
Tað var ein løta uppá eini fimm minuttir, at Víkingur var nær við at javna: Fyrst eftir at Odmar Færø, sum varð kosin dagsins maður, kastaði seg fyri tvøralvering frá Jørgeni Nielsen í seinastu løtu. Síðani rakti ein púra fríur Ingi Arngrímsson ikki bóltin í málteginum, tá KÍ'arnir ikki dekkaðu upp.
Síðani fekk KÍ tamarhald á dystinum aftur. Magnus Powell gjørdi eina óvæntaða útskifting, tá hann tók liðformannin út. Hallur Hansson avloysti Jákup Biskopstø Andreasen, og tað at Patrik Johannesen seinni kom inn, umframt Claes Kronberg til seinast KÍ-minuttir, sigur eitt sindur um styrkina hjá KÍ.
Dugnaligi og royndu spælararnir fluttu bóltin væl, og Víkingur fekk ikki lagt trýst á. Restina av tíðini var nærri við 2-0 enn 1-1. Bárður á Reynatrøð stórbjargaði einaferð, tá Patrik fann Filip Brattbakk, men júst sum yvirtíðin byrjaði, skoraði Páll Klettskarð . Hetta var eftir, at Ragnar Skála misti bóltin og eftir returbólt eftir skot hjá Patriki Johannesen. Hann hevði ikki verið nógv við í spælinum ella komið til møguleikar, men nú var málkongurin til Klaksvík á blettinum í einari steypafinalu.
2-0 og liðugt. Víkingu fekk ikki nóg nógv burturúr, tá teir royndu at herja á: Sølvi Vatnhamar kom ikki til sín rætt við bólti í leikskipanini, og eins og ofta í ár, kom ov lítið burturúr Olafi Bárðarson.
Sum heild vóru teir í Eysturkommuni upp ímóti yvirveldinum. Samansetti hópurin hjá KÍ hevur tapt ein fótbóltsdyst í 2025 -tá liðið fór út úr Conference League - og vann uppiborið fyrstu greipu felagsins á manssíðuni síðani 1999.
Kongabláur fagnaður á Tórsvølli - myndir og samrøður seinni
Dagført: 21.25
Finalan um Løgmanssteypið 2025
Fríggjadagin 31. oktober
KÍ - Víkingur 2-0 (1-0)
37' Mads Boe Mikkelsen (Daniel Johansen) 1-0
90' Páll Andrasson Klettskarð 2-0
KÍ (4-2-3-1): Mark F. Jensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicholas Tellechea, Daniel Johansen - René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen, L (65' Hallur Hansson) - Árni Frederiksberg, Mads Boe Mikkelsen (74' Patrik Johannesen), Filip Brattbakk (86' Claes Phillip Kronberg) - Páll Andrasson Klettskarð
Venjari: Magnus Powell
Víkingur (5-4-1): Bárður á Reynatrøð - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Ingi Arngrímsson (82' Aron Jarnskor Ellingsgaard) Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson - Jákup Johansen, Ragnar Skála, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson (91' Arnór Brandsson) - Jørgen Nielsen (82' Rani Hansen)
Venjari: Jóhan Petur Poulsen
Dómari: Jákup Øssurson Mohr
Áskoðaratal: 3.500
Dagsins spælari: Odmar Færø
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald