Fótbóltur

KÍ ger sáttmála við norskan miðvallara - hevur skrivað undir við ein ungan lokalan

Sáttmáli við 16-ára gamla John Ziska Joensen varð kunngjørdur í gjárkvøldið, og sum skilst vísti Oussema Sørlie Ali nóg mikið á venjingarleguni í Spania og er nú í Føroyum.

Magnus Powell saman við John Ziska Joensen sum nú hevur gjørt sín fyrsta sáttmála við KÍ (Mynd: Klaksvíkar Ítróttaffelag)

Magnus Powell saman við John Ziska Joensen sum nú hevur gjørt sín fyrsta sáttmála við KÍ (Mynd: Klaksvíkar Ítróttaffelag)

2026-02-04 11:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Etir at hava vant við besta liðnum seinastu tíðina, hevur 16-ára gamli John Ziska Joensen staðið seg so mikið væl, at hann nú hevur skrivað undir sín fyrsta sáttmála við barndómsfelagið.

Hetta kunngjørdi KÍ á sínari heimasíðu í gjárkvøldið.

- Hetta er ein stórur dagur hjá mær: Hetta er tað, eg havi droymt um; at eg einaferð fór at sleppa at venja og kanska spæla við besta liðnum hjá KÍ (...) Her eru tær bestu umstøðurnar hjá mær at menna meg sum leikara, og tað gleði eg meg til.

Hetta sigur John Ziska Joensen sjálvur við ki.fo. Magnus Powell lýsir John Ziska sum ein sera gávuríkan ungan spælara.

- Hann hevur nakrar ógvuliga spennamdi eginleikar. Sera góða fatan av spælinum og hann hevur veruliga tikið av møguleikanum, nú hesa stuttu tíðina hann hevur vant við okkum og hevur sanniliga uppiborið sáttmálan.

Miðvallarin er sonur Allan Joensen og abbasonur John Sigurd Joensen - tveir aðrar evnaríkar miðvallarar úr Klaksvík.

Oussema Ali legst eftir øllum at døma afturat

John Ziska Joensen var ein av teimum ungu, sum var við á venjingarleguni hjá KÍ í Spania. 

Har var eisini ein 25-ára gamal norðmaður til royndarvenjing, og hann er komin við til Føroya.

Sum skilst hevur Oussema Sørlie Ali víst seg so mikið væl fram, at KÍ fer at gera sáttmála við hann. Hetta hevur Portalurin fingið upplýst frá fleiri góðum keldum.

Ali er álopskendur miðvallari. Hann er uppvaksin í Noreg og hevur bæði norskan og tunesiskan ríkisborgararætt.

Seinast hevur hann roynt seg í bestu deildini í Tuneisia. Oussema Sørlie Ali hevur eisini spælt í triðbestu svensku deildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder