Fótbóltur

Gilli skal nú spæla fyri KÍ

32-ára gamli tvøramaðurin skiftir frá botnliðnum til oddaliðið. Hetta hevur Portalurin fingið váttað - sum skilst verður hann kunngjørdur ein av næstu døgnum.

Gilli Rólantsson Sørensen í einum av sínum 65 A-landsdystum - her saman við Jóannesi Bjartalíð (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Gilli Rólantsson Sørensen í einum av sínum 65 A-landsdystum - her saman við Jóannesi Bjartalíð (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2025-06-08 11:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið nakað umrøtt – serliga á Norðlýsinum – og nú er púra greitt, at skiftið verður veruleiki.

Sambært góðum keldum hjá Portalinum er alt uppá pláss: KÍ og Gilli hava gjørt sáttmála. Hann hevði annars avtalu við TB til og við kappingarárið 2028.

Gilli Rólantsson Sørensen verður harvið KÍ-spælari heilt skjótt. Hann verður endaliga kunngjørdur í vikuni, sum kemur.

32-ára gamli verjuspælarin kom aftur til TB veturin 2023-2024 og var í fjør við at fáa barndómsfelagið upp í Betrideildina.

Ein fimm-ára sáttmáli millum Gilla Rólantsson og TB varð undirritaður gamlárskvøld 2023, men eftir venjarskiftir og annað í ár hevur samstarvið ikki heilt verið tað sama. Maðurin við 65 landsdystum segði liðskiparabandið frá sær tíðliga í kappingarárinum og hevur gjørt greitt, at hann ynskir at royna nakað annað.

[object Object]
Gilli sum TB-liðformaður í 2024. Tað var hann eisini í fyrru hálvu av 2023 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

KÍ hevur áður víst áhuga fyri kvika manninum, og samráðingar hava verið í hesari vikuni. Sum skilst hevur NSÍ eisini ligið framvið.

Nýggjast KÍ-spælarin kemur hann inn í hópin við nógvum royndum. Gilli Rólantsson Sørensen hevur spælt yvir 150 dystir í norsku Eliteseriuni (Brann og Odds) og eisini við AaB og Velje í Superliguni. 

Gilli Rólantsson hevur spælt miðverji í TB. Børge Petersen er nú farin úr KÍ til B36, og samstarvið við útlendska miðverjan Adam Ben Lamin endaði fyri einari tíð síðani. Tað er helst sannlíkt, at KÍ fer at royna seg við trimum miðverjum í Conference League. Sum yrkisleikari og á landsliðnum hevur Gilli annars spælt mest á bakkinum/á vngbakki og á vonginum.

KÍ fær eisini Daniel Johansen tøkan til dystir seinni í juni. Flytingarvindeygað letur ikki upp áðrenn næsta landskappingardystin (07 Vestur tann 14. juni), men Daniel og Gilli fara sum skilst at venja við í næstu viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder