Fótbóltur

KÍ hevur skrivað undir við norskan málverja

Markus Olsen Pettersen er 190 cm høgur og hevur spælt á norskum ungdómslandsliðum og í bestu norsku deildini. 23-ára gamli málverjin hevur tó verið ógvuliga nógv darvaður av skaðum seinastu árini.

Nýggi høvuðsvenjarin lýsir Markus Petterson sum ein dugnaligan málverja, ið hevur góðar møguleikar at menna seg í Klaksvík. Magne Hoseth sigur eisini, at hann hóskar væl inn í leikháttin hjá KÍ (Mynd: Bergenavisen)

Nýggi høvuðsvenjarin lýsir Markus Petterson sum ein dugnaligan málverja, ið hevur góðar møguleikar at menna seg í Klaksvík. Magne Hoseth sigur eisini, at hann hóskar væl inn í leikháttin hjá KÍ (Mynd: Bergenavisen)

2023-01-26 11:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Tann seinni málverjin í røðini, eftir at Rói Mørk Hentze eisini hevur valt KÍ. Tískil valdur friður um málmanspostin. Markus Olsen Pettersen hevur spælt regluliga í ungdómslandsliðnum hjá Norra. Hann er uppvoksin í Brann Bergen og hevur leikt 12 dystir í bestu deildini.

Soleiðis skrivar KÍ á heimasíðu sínari fyri løtu síðani, í samband við at felagið hevur gjørt sáttmála við norskan málverja.

23-ára gamlan málverjin úr Bergen hevur bert spælt 14 vaksnamannadystir - tveir steypadystir umframt tveir steypadystir. Hetta er partvíst orsakað av mongu skaðunum, sum Pettersen hevur havt. Norðlýsið hevur hugt eitt sindur upp á skaðasøguna hjá honum, og hevur nýggi KÍ-málverjin havt alskyns skaðar og verður hann lýstur sum millum annað óheppin.

Harvið hevur KÍ nú tveir nýggjar, lutfalsliga ungar, evnaríkar málverjar, sum báðir hava verið nógv úti seinastu árini við skaðum. Havnarmaðurin Rói Mørk Hentze var úti tað mesta av 2019 og eisini 2021, og aftur í fjør plágaði knæðið hann.

Markus Olsen Pettersen kemur til landið í komandi viku, skrivar ki.fo. Magne Hoseth sigur, at hann er fegin um, at Markus hevur valt KÍ, tí hann passar væl inn í leikskipanina og mátan KÍ vil spæla uppá. Nýggi høvuðsvenjarin lýsir Markus sum ein dugnaligan málverja, sum eisini hevur góðar møguleikar at menna seg í Klaksvík. 

190 cm høgi málverjin hevur skrivað undir eitt-ára sáttmála við KÍ. Hann hevur verið knýttur at Brann Bergen í næstan tíggju ár, hevur spælt nógvar dystir við næstbesta liðnum og hevur verið skaðafríur síðani síðsta summar. Tað at Markus Olsen Pettersen nú flytir til Føroyar snýr seg millum annað um betri møguleika fyri at spæla dystir á hægri stigi, stendur á brann.no

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder