Fyrsti evropeiski dysturin hjá føroyskum fótbólti í ár verður klokkan 19 við Djúpumýru. Hetta er í Champions League, og tað er Víkingur, sum hevur heimavøll í hesum førinum.
Champions League 1. umfar, fyrri dysturin
Týsdagin 8. juli
19.00: Víkingur - Lincoln Red Imps (Við Djúpumýru)
Atgongumerki kunnu keypast her
Stroyming: KVF2
Sí eisini:
Fyrsti Champions League-dystir hjá Víkingi í nærum sjey ár
Arnbjørn Svensson: - Kann geva okkum eitt spenanndi summar og tryggja felagið fíggjarliga í fleiri ár
Liðið, sum vanliga hevur heimavølli í Klaksvík, er farið av landinum - til Finnlands. Har skal KÍ spæla fyrra dystin í 1. umfari í Conference League.
Ferðalagið fór úr Føroyum í morgun, og eftir lítlan steðg gekk leiðin víðari til Vaasa, ið ikki er so langt frá Seinäjoki. Har taka Samuel Johansen Chukwudi og SJK Seinäjoki ímóti hósdagin klokkan 17 føroyska tíð.
![]()
Samuel Chukwudi, sum hevur staðið seg væl síðani skiftið úr HB, skal nú aftur royna seg móti KÍ (Mynd: Sverri Egholm)
Tað er nummar fimm í fremstu finsku deildini, sum er sterkari enn Betrideildin, móti suverena føroyska oddaliðnum. Tað burdi verið spennandi; bæði liðini ynskja, at hetta er fyrsta fetið móti einum longum og spennandi evropeiskum summari.
Sambært Norðlýsinum venur KÍ klokkan 19 í kvøld. Síðani er ein heilur dagur afturat at fyrireika seg í. KÍ er so at siga í fullari manning - Jonn Johannesen hevur tó ein snudd.
NSÍ spælir eisini hóskvøldið 19. juli móti finskari mótsstøðu - hetta í Klaksvík har HJK Helsinki vitjar. Meira um hesar dystirnar í morgin.
Conference League 1. umfar
Hósdagin 10. juli
17.00: SJK Seinäjoki - KÍ *
19.45: NSÍ - HJK Helsinki (Við Djúpumýru)
*Dysturin hjá KÍ kann sum skilst stroymast gjøgnum ki.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald