
Neman Grodno er lítil favorittur til "heimadystin" í Ungarn í kvøld, men tað er eyðsæð, at hvítarussiska liðið skal gera nógv rætt fyri at varpa KÍ út úr Conference League.
Neman skal eisini vísa nakað annað, enn liðið gjørdi sum gestir á Tórsvølli fyri níggju døgum síðani. Útiliðið skapaði so at siga ikki ein skikkaðan málmøguleika móti krútsterka KÍ-verjupartinum - eitt skot av brotsteigarmarkinum endaði stutt omandyri málinum hjá Sebastian John.
Danin og teir frammanfyri hann hava hildið málið reint seinastu fýra dystirnar. Eitt langskot í Finnlandi - í fyrra dystinum í fyrra umfarinum - er einasta málið, sum er farið ígjøgnum hjá KÍ í summar.
Sí eisini: KÍ hevur hildið málið reint fýra evropeiskar dystir á rað
Deni Pavlovic og hinir hava dugað væl at vart fyri (Mynd: Sverri Egholm)
Í kvøld kann KÍ veruliga hava tol í 5-4-1 leikskipanini: Liðið hjá Magnusi Powell fer í Ungarn at standa og royna at vísa Neman aftur, samsundis sum man stingur aftur, tá møguleikarnir eru har.
Skorar liðið úr Belarus tíðliga, ella um KÍ fær reytt kort - sum ymisk føroysk dømi eru um - so er dysturin púra opin.
Útivallarmál eru ikki við longur, men eitt KÍ-mál í kvøld kann hálvgum punktera dystin og so at siga senda liðið móti Spania; og víðari enn einaferð. Tað krevur tó hugsavnan og at KÍ spælir upp ímóti sínum besta. Annars er mótstøðuliðið ikki verri enn so, at tað ikki kann revsa í hitanum.
Sí eisini: KÍ roynir at gera tað fyri triðju ferð á rað
Conference League 3. umfar, seinni dysturin
Hósdagin 14. august
19.00: Neman Grodno (BLR) - KÍ 0-2 (Spældur í Ungarn)
Dysturin sæst fyri eitt gjald í KÍ-Varpinum
Livescore er ovast á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald