Fótbóltur

KÍ kann møta donsku meistarunum í næsta umfari

Men hetta vóna norðoyingar ikki, tí tað er bert um KÍ fer úr Champions League, at møguleiki er at spæla móti AGF. Um KÍ fer víðari úr 2. umfari í Champions League, gongur leiðin til Kroatia ella Sveis.

KÍ kom framvið mótstøðu úr Luksemborg í 1. umfarinum - eftir uppgerðina við Kauno Zalgiris bíða nakrar uppaftur størri uppgávur (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ kom framvið mótstøðu úr Luksemborg í 1. umfarinum - eftir uppgerðina við Kauno Zalgiris bíða nakrar uppaftur størri uppgávur (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-20 12:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakast til 3. umførini í Champions League og Conference League hava verið í dag.

Í báðum var Klaksvíkar Ítróttarfelag í pottinum: 

Um KÍ kemur víðari móti Kauno Zalgiris, sum er á skránni hesa vikuna og næstu vikuna, koma føroyameistararnir víðari til 3. umfar í Champions League

- Um KÍ fer út móti litaviska liðnum, skal KÍ spæla í Europa League

Lutakastið til 3. umfar í Champions League var ikki serliga mjúkt fyri menninir hjá Magnusi Powell: KÍ skal spæla móti meistarunum úr Sveis ella úr Kroatia: Vinnarin í Thun-GNK Dinamo Zagreb bíðar tíðliga í august, um teir kongabláu vinna seg víðari móti Kauno Zalgiris

[object Object]Champions League-paringin hjá KÍ fyri møguligt 3. umfar hjá liðnum (Skíggjamynd: UEFA)

Um tað ikki eydnast, fellur KÍ niður í Europa League. Har er greitt, at donsku ella pólsku meistararnir bíða: Taparin av AGF-Lech Poznan bíðar taparanum av KÍ-Kauno Zalgiris.

Harvið verður talan, líkamikið hvat, um stóra avbjóðing hjá KÍ á næsta stigið. KÍ byrjar á útivølli líkamikið hvat - í Sumamrfestival-vikuni.

AGF hevði á ymiskan hátt verið tann stuttligasta, men eingin er um, at greipuvinnararnir heldur ætla sær longur í Champions League. Og tað er greitt, at vinnur KÍ samanlagt á Kauno Zalgiris, kemur liðið í eitt bólkaspæl: "Í minsta lagi" í Conference League.

KÍ spælir fyrra dystin ímóti Kauno Zalgiris í morgin, týskvøldið, við Djúpumýru. FM1 sigur frá dystinum, og Portalurin hevur ymiskt tilfar.

Champions League 2. umfar
Fyrri dysturin, týsdagin 21. juli við Djúpumýru
19.45: KÍ - Kauno Zalgiris (LIT)

Seinni dysturin verður spældur ólavsøkudag í Kaunas.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder