Uppgerðin millum KÍ og Lech Poznan er framvegis á lívi eftir fyrra dystin í 3. umfari í Europa League.
Pólsku meistararnir vóru annars stórfavorittar áðrenn, men teir á heimaliðnum megnaðu sum heild ikki serliga væl at skapa stórar møguleikar móti KÍ. Til tað vóru greipuvinnararnir ov vælskipaðir, hartarbeiðandi og snildir, og spældi KÍ sum ein heild ein ógvuliga góðan evropeiskan útidyst. Hetta var eisini uttan leikbannaða Hall Hansson og framvegis uttan Odmar Færø og Jákup Biskopstø Andreasen.
Í nøkrum støðum glapp tó, og tað varð revsað einaferð.
Tað var málleyst í 80 minuttir í Póllandi. Men so fór Gaston Tellechea púra óneyðugt fram fyri at royna at vinna bóltin stutt inni á hálvuni hjá heimaliðnum. Tað eydnaðist ikki, og ístaðin varð bólturin lyftur um verjuketuna, har argentinin vantaði, og Yannick Agnero rann í holið. Áleyparin úr Fílabeinsstrondini var ísakaldur, tá hann slapp at renna einsamallur móti málinum. Tað hjálpti eisini, at Mark Jensen, sum annað var stinnur í málinum hjá KÍ, gleið í støðuni.
Júst danski málverjin hjá KÍ átti stórar bjargingar í 1. hálvleiki og móti endanum, sum gjørdu, at munurin ikki varð størri. Men aftur tepurt tap á útivølli.
Harvið hevur Lech Poznan fyrimunin undan dystinum í Føroyum, sum verður spældur um eina viku - hósdagin 13. august. Útivallarmál eru ikki galdandi longur, KÍ tapir ógvuliga sjálvdan á heimavølli í Evropa, og hóast sterka mótstøða sá hon ikki beinleiðis ræðandi út í dag.
KÍ skapti sínar støður í dystinum, hóast spælið við bóltinum ikki var í miðdeplinum og gjørdist stirvið og trupult í løtum. Men KÍ'arnir vístu seg eisini sum kaldar, og har var Mansour Sinyan á miðjuni ein lykil.
Árni Frederiksberg var eisini aftur frá byrjan í Evropa, og hann gjørdi mun í spælinum og sanniliga eisini við deyðbóltum. Har vóru onkrir vandamiklir, og einaferð rakti 7'arin tvørtræðið við hornasparki. Páll Andrasson Klettskarð var eisini nær við at stýra bóltin í netið tvær ferðir - seinnu ferðirnar fekk pólski málverjin júst handskarnar ár.
0-1 og einki er yvirstaðið enn í hesari uppgerðini, har KÍ vísti tenn í trupla útidystinum. Nú bíðar avgerðin á Tórsvølli hósdagin 13. august klokkan 18.30 - áðrenn tað skal liðið hjá Magnusi Powell spæla móti HB (mánadagin 10. august)
3. umfar í Europa League, fyrri dysturin
Í dag, hósdagin 6. august
Lech Poznan (Pólland) - KÍ 1-0
81' Yannick Agnero
KÍ (5-4-1/3-4-3): Mark F. Jensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Gilli Rólantsson Sørensen, Deni Pavlovic, Gaston Nicholas Tellechea, Jean Carlos de Brito - Árni Frederiksberg, Mansour Sinyan, Oussema Ali, Filip Brattbakk - Páll Andrasson Klettskarð (L)
Inn komu:
77' René Shaki Joensen og Jonn Johannesen
85' Martin Rodrigo González og Erlend Hustad
Dagført: 21.49
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald