Fótbóltur

KÍ krýndi eitt framúr kappingarár

Liðið hjá Magnusi Powell endaði sum ósigrað í Føroyum í 2025 og er fimta mansliðið hesa øldina, sum hevur vunnið greipuna.

Fyri aðrur ferð innan eina viku kundu Jákup Biskopstø Andreasen og hinir hjá KÍ lyfta eitt steyp. Tað eydnaðist ikki móti Víkingi í 2022, men sum í øllum øðrum dystum móti føroyskum liðum í ár, var KÍ ikki til at koppað (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fyri aðrur ferð innan eina viku kundu Jákup Biskopstø Andreasen og hinir hjá KÍ lyfta eitt steyp. Tað eydnaðist ikki móti Víkingi í 2022, men sum í øllum øðrum dystum móti føroyskum liðum í ár, var KÍ ikki til at koppað (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-11-01 00:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1999 var eitt serstakt ár fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag. Tá vann flaggskip felagsins, og flaggskipið innan ítrótt í Norðoyggjum, greipuna fyri fyrstu ferð síðani 1967. Sonevnda 66-liðið vann FM og steypakappingina í bæði 1966 og 1967.

Beint fyri aldarskifti var tað undir enska Tony Paris og við sterkari lokari stammu, umframt góðum útlendingum, at KÍ fekk FM og Løgmanssteypið í hús. Nú eydnaðist tað loksins aftur undir Magnusi Powell - tað sum glapp í 2016 og 2022: Bæði stóru føroysku steypini í sama ári.

Svenski venjarin hevur við hepnari hond fingið KÍ aftur á tindin eftir silvur í landskappingini og vónbrot í steypakappingini í fjør. At man kann skifta menn sum Hall Hansson og Patrik Johannesen inn í einari steypafinalu, sigur eitt sindur um styrkina í hópinum. Men handverkið er trygt og gott, og alt hetta sást aftur í finalusigrinum á Víkingi í kvøld.

Sí eisini: KÍ er greipuvinnari fyri fyrstu ferð hesa øldina

[object Object]

[object Object]
Myndir: Jens Kr. Vang

Sí myndir frá stóra KÍ-fagnaðinum á Tórsvølli í kvøld her

KÍ hevur í mun til úrslit í Føroyum verið lýtaleyst: 32 kappingardystir,  28 sigrar og fýra javnleikir. Tann eisini av hesum sigrunum var eftir brotssparkskapping í fjórðingsfinaluni móti B36. Har bjargaði Dávid Biskopstø Andreasen KÍ eyka minuttir við máli til 1-1 í yvitíðini, og eins og í 1/8-finaluni móti HB í Gundadali - í undirtali og við støðuni 1-1 seint í dystinum - vístu teir kongabláu sinnisliga styrki og kynismuna sum hevur eyðkent KÍ í ár.

AB varð skúgvað til viks í hálvfinaluni, og hóast Víkingur serliga hótti eina løtu í 2. hálvleiki í kvøld, so vísti liðið hjá Magnusi Powell seg aftur sum tað sterkasta í Føroyum. 

Hoyr samrøður við KÍ-spælarar, venjara og formann her

Talan er eisini um dýrasta liðið, og í KÍ vilja teir uppaftur meira næsta ár. Einasta tapið í 2025 kom í 3. umfari í Conference League móti Neman Grodno, sum vann 2-0 í seinna dystinum og síðani sendi teir kongabláu út í brotsparkskapping. Í 2026 verður tað Champions League fyri fyrst. Greiða málið í Klaksvík er at náa eitt evropeiskt deildarspæl.

Men beint nú kunnu KÍ'arar fegnast um tvífalt gull. Sìðani 1999 hevur besta kvinnulið felagsins ofta vunnið greipuna og gull sum heild. Í mansfótbólti er tað nú hent fimm ferðir hesa øldina:

2001: B36
2004: HB
2008: EB/Streymur
2020: HB 
2025: KÍ

Her er vert at nevna, at Daniel Johansen, Mads Boe Mikkelsen og René Shaki Joensen eisini vunnu greipuna við HB í 2020. Shaki spældi ikki í finaluni tá - sum eisini vóru móti Víkingi. Men eins og tá skoraði Mads Mikkelsen móti víkingunum. Hesaferð varð tað eftir upplegg frá Danieli

Tøl: FSF og FaroeSoccer

-----------------------------

Finalan um Løgmanssteypið 2025
Fríggjadagin 31. oktober 
KÍ - Víkingur 2-0 (1-0)
37' Mads Boe Mikkelsen (Daniel Johansen) 1-0
90' Páll Andrasson Klettskarð 2-0

KÍ (4-2-3-1): Mark F. Jensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicholas Tellechea, Daniel Johansen - René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen, L (65' Hallur Hansson) - Árni Frederiksberg, Mads Boe Mikkelsen (74' Patrik Johannesen), Filip Brattbakk (86' Claes Phillip Kronberg) - Páll Andrasson Klettskarð 

Venjari: Magnus Powell

Víkingur (5-4-1): Bárður á Reynatrøð - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Ingi Arngrímsson (82' Aron Jarnskor Ellingsgaard) Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson - Jákup Johansen, Ragnar Skála, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson (91' Arnór Brandsson) - Jørgen Nielsen (82' Rani Hansen) 

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

Dómari: Jákup Øssurson Mohr

Áskoðaratal: 3.500

Dagsins spælari: Odmar Færø

Meira um dystin her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder