Fótbóltur

KÍ leingir tíðliga við lykaspælarar

Hallur Hansson, Odmar Færø og Páll Klettskarð hava sett undirskriftina á. Landsliðsliðformaðurin og verjuskansin hava longt við tveimum árum, meðan mest skorandi KÍ-spælarin eisini spælir í kongabláum í 2026.

Páll Andrasson Klettskarð og Odmar Færø saman við Magnusi Powell, venjara. Royndi menninir hava sagt ja til at halda fram í KÍ - Páll í 2026 eisini og Odmar í 2026 og 2027 (Mynd: ki.fo)

Páll Andrasson Klettskarð og Odmar Færø saman við Magnusi Powell, venjara. Royndi menninir hava sagt ja til at halda fram í KÍ - Páll í 2026 eisini og Odmar í 2026 og 2027 (Mynd: ki.fo)

2025-05-14 22:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ sendir sterk tekin úteftir fyri tíðina. Hetta er galdandi á vøllinum - har liðið er ósigrað oddalið og í hálvfinaluni  í steypakappingini - og uttanfyri vøllin, har KÍ nú hevur longt við fýra ógvuliga týðandi spælarar. Ítøkiligar ætlanir fyri næstu árini eisini verða lagdar væl fyrr enn í fjør í Klaksvík.

Í seinastu viku var tað René Shaki Joensen, sum skrivaði undir nýggjan sáttmála. Fjølbroytti landsliðsspælarin avgjørdi síðani oddadystin í Runavík fríggjakvøldið.

Sí eisini: Shaki skoraði sigursmálið - alt er fantastiskt

Í kvøld hevur KÍ lagt grein út á heimasíðuni undir heitinum "Tvær legendur undirskrivað í dag" Tann eini er uppruna KÍ'ari og skýtur nógv mál - eingin hevur skorað fleiri fyri besta mansliðð felagsins - meðan hin er uppvaksin í høvuðsstaðnum og skal í størri mun skal royna at verja fyri.

Heimasíðan hjá KÍ skrivar, at Páll Andrasson Klettskarð og Odmar Færø hava spælt í alt 568 dystir fyri KÍ, sambært hagtølunum. Royndu menninir (Odmar 35 ár og Páll skjótt 35 ár) hava skrivað undir ávikavist tvey-ára sáttmála  og eitt-ára sáttmála.

- Tað var ongantíð nakar ivi um hvar eg skuldi spæla fótbólt, sigur Páll Klettskarð við ki.fo.

- Ja, tað vóru fleiri onnur lið, ið ryktu í meg, men eg trúgvi fult og fast upp á hetta prosjektið og KÍ, sigur Odmar Færø, ið vil røkka enn longri.

[object Object]
Páll Andrasson Klettskarð hevur skorað tíggju mál fyrsta triðingin, og KÍ er einsamalt oddalið við fullum stigatali (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hallur var nær við at gevast

Eins og Odmar Færø, hevur Hallur Hansson skrivað undir sáttmála við KÍ, sum er galdandi til og við 2027.

- Hallur hevur sera stóran týdning fyri KÍ. Hann er ein, sum vísir vegin, ikki bert undir dysti, men sanniliga eisini undir venjing, í skiftingarrúminum og uttanfyri vøllin. Hann gongur á odda, og er eisini ein av bestu leikarum í føroysku kappingini, sigur høvuðsvenjarin Magnus Powell.

Hallur hevur verið nógv darvaður av skaðum seinastu árini - millum annað í fjør - og fyri KÍ-heimasíðuni dylur miðvallarin ikki fyri, at hann umhugsaði at gevast við fótbóltinum.

-  Tað sá rættiliga svart út í fjør, og eg hugsaði eisini, um løtan var komin at gevast. Tíbetur bleiv tað ikki niðurstøðan, tí í ár føli eg meg væl, og tað er sera stuttligt at spæla við fullari orku aftur. Eg føli lítið og onki til pínu, og hugsi fyrst og fremst um at vinna næsta dystin, sigur landsliðsliðformaðurin.

[object Object]
Hallur Hansson saman við Magnusi Powell, sum eisini hevur sáttmála fyri næsta ár ár (Mynd: ki.fo)

Hallur, Páll, Odmar og allir hinir spæla í Gundadali móti HB dýra biðidag, fríggjadagin 16. mai klokkan 17.15. Har skal KÍ royna at halda sigurisrøðini koyrandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder