Fótbóltur

KÍ-liðformaðurin situr uttanfyri í fyrsta Champions League-dystinum

Ryggurin hjá Jákupi B. Andreasen framvegis í so mikið ringum standi. KÍ verður í sínari Evropa-uppstilling: 5-4-1 - fyrsta bríksl er klokkan 19.45 og FM1 sigur frá.

Jákup Biskopstø Andreasen er ikki við frá byrjan - Odmar Færø spælir sín evropeiska dyst nummar 53 (Mynd: Sverri Egholm)

Jákup Biskopstø Andreasen er ikki við frá byrjan - Odmar Færø spælir sín evropeiska dyst nummar 53 (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-07 19:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti evropeiski dysturin í 2026 byrjar klokkan 19.45, tá KÍ við Djúpumýru spælir Champions League-dyst móti Atert Bissen.

Sí eisini: KÍ skal taka fyrsta fetið móti longum evropeiskum summari

Ivamál hevur verið um Jákup Biskopstø Andreasen, og nú er greitt at ryggurin hjá KÍ-liðformaðurin ikki er í nóg góðum standi til at spæla. Hann situr á bonkinum men fær sum skilst ikki spælt ein stóran leiklut.

Annars spælir KÍ sum væntað 5-4-1/3-4-3 fjórða árið á rað í Evropa. Tað vil siga við trimum miðverjum - í heimligu kappingini eitur tað 4-5-1 ella okkurt líknandi.

KÍ: 5-4-1/3-4-3: Mark Jensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gaston Tellechea, Gilli Rólantsson Sørensen, Jean Carlos De Brito - Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Deni Pavlovic, Oussama Ali - Páll Andrasson Klettskarð

[object Object]
Uppstillingarnar í dag (Mynd: uefa.com)

Atert Bissin spælir eisini við trimum miðverjum og summum nýggjum spælarum - millum annað málverjanum, sum er landsliðsmálverji hjá Madagascar.

[object Object]
Bonkurin 

Champions League 1. umfar, fyrri dystur
Í dag, týsdagin 7. juli við Djúpumýru
19.45: KÍ - FC Atert Bissen (Luksemborg) 

FM1 sigur frá og tað verður eisini nógv tilfar frá dystinum á Portalinum

Sí eisini: 1. umfar í Champions League: KÍ er komið víðari seinastu tvær ferðirnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder